Ongi úrslit

Fyrireika seg til tunnil - og seta barnafamiljur í fremstu røð

Áki Bertholdsen
1 tími síðan

Tvøroyrar kommuna tekur nú ítøkilig stig til at venda fráflyting til tilflyting og eggja ungum og barnafamiljum til at seta búgv í kommununi. Tað sigur Tvøroyrar býráð nú tey hava samtykt fíggjarætlanina fyri næsta ár.

Í tí sambandi verður kommunuskatturin lækkaður úr 20,90 prosent í ár, niður í 20,80 prosent næsta ár. Tað er ikki tann stóra lækkingin, men samstundis verður barnafrádrátturin hækkaður 50 prosent, úr 10.000 krónum fyri hvørt barnið, sum hann er í ár, upp í 15.000 krónur næsta ár.

Sostatt verður barnafrádrátturin næsta ár 25 prosent hægri enn nøkur kommuna hevur í ár.

Fyri eina familju við tveimum børnum og eini inntøku upp á 800.000 krónur, merkir alt hetta, at tey fáa ein skattalætta upp á 10.740 krónur næsta ár og sostatt fáa tey 895 krónur meira at liva fyri um mánaðin, sigur býráðið í eini fráboðan.

Børn og ung fáa aftur næsta ár eitt frítíðarkort upp á 2.000 krónur til frítíðarítriv av ymsum slagi.

Tvøroyrar kommuna hevur eisini gjørt at av bjóða fólki grundstykki fyri 265 krónur fermeturin, og tað er við vatnveiting og kloakk.

Samstundis skulu foreldur bara gjalda ansingarpláss fyri tvey tey fyrstu børnini. Eiga tey fleiri børn, verður tað ókeypis fyri tey. Harafturat eru bæði blæður og matur við í ansingargjaldinum. Fólk í kommununi kunnu eisini svimja ókeypis í svimjihylinum í skúlanum.

Tvøroyrar býráð sigur, at alt hetta er eitt lið í at fyrireika seg til Suðuroyartunnilin.

– Tvøroyrar kommuna vil ikki bíða eftir Suðuroyartunlinum, men longu nú at skapa góðar fortreytir fyri at gagnnýta framtíðar menningarmøguleikarnar, siga tey.

Mest lisið hesa vikuna

Her eru tey sløgini av heilsuskaðiligum mjøli sum er selt í Føroyum

20. november kl. 12:43

Rúni samlar pengar til stórlið í Hoyvík

24. november kl. 21:03

SEV: Stór príshækking á streymi næsta ár

13 tímar síðan

Meldaðu mann fyri at skjóta ólógliga - men tað gjørdi hann ikki

23. november kl. 08:14

Høvdu úr at gera við at skifta perur í Suðuroy

20. november kl. 07:45

Ferðsluóhapp tí at bilførarin var blendaður av sólini

22. november kl. 09:20