Ongi úrslit

Fyrireika tunnil ímillum flogvøllin og Vágatunnilin

Sandavágur er ein bygd, har túsundtals bilar koyra ígjøgnum bygt øki hvønn einasta dag
Áki Bertholdsen
13. mai kl. 13:17

Tað er fleiri staðni í landinum, at landsvegir ganga ígjøgnum bygt øki, har bæði børn og vaksin hava sína dagligu gongd. Tað ásannar Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í samferðslumálum.

Partakvinna hansara Fía Selma Nielsen, løgtingkvinna fyri Fólkaflokkin, hevur spurt hann um nøkur ætlan er at gera nakað við at bøta um ferðslutrygdina á hesum vegastrekkjum.

Niðanfyri er eitt yvirlit frá Landsverki yvir 34 vegastrekki, har høvuðsferðslan gongur ígjøgnum bygt øki, men har hámarksferðin er lægri enn vanligt.

Yvirlitið vísir eisini, hvussu nógvir bilar koyra eftir strekkinum um dagin.

Landsstýrismaðurin sigur, at hann vil virka fyri, at tiltøk verða sett í verk fyri at bøta um ferðsælutrygdina.

– Tað skal vera trygt at ferðast, eisini ímillum heim og skúla, sigur hann. Men hann fær ikki lova nakað, tí skal nakað gerast, skulu pengar játtast til endamálið.

– Vónandi ber til at hækka játtanina til trygdartiltøk, sigur hann.

Landsverk hevur víst á, hvørji tiltøk kunnu setast í verk fyri at gera umstøðurnar hjá ábærari ferðslu, betri. Ábær ferðsla er fólk til gongu, á súkklu, fólk við rørslutarni og onnur.

Talan kann vera um ferðtálmandi tiltøk, ferðslustýring, at breiðka gongubreytir og gonguteigar, umframt at gera rundkoyringar og annað.

– Eitt dømi er Gøtugjógv, har tað næstan eingin skilnaður er ímillum bilaferðslu og ábæra ferðslu á staðnum.

– Har er dagstovnur og skúli omanfyri vegin, sum gera, at ferðandi til gongu úr Norðragøtu og Syðrugøtu, mugu fara yvirum vegin fyri at koma til og frá skúla og dagstovni.

Har verður arbeitt við at bøta um umstøðurnar í samstarvi millum Landsverk og kommununa. Gongurbreytirnar eru dagførdar og kantsteinar eru settir upp. Ætlanin er eisini at gera eitt ferðtálmandi tiltak - eina ferðsluoyggj beint við íbindingina til Syðrugøtu.

Somuleiðis økist ferðslan alsamt á strekkinum til og frá flogvøllinum, og sostatt eisini gjøgnum bygdirnar í Vága kommunu.

– Trygdin skal verða sett fremst, men framkomuleikin skal eisini vera í lagi, sigur Jacob Vestgergaard.

Tey trygdartiltøk, sum eru gjørd, bøta um støðuna, men tey darva eisini ferðsluni, leggur hann afturat.

– Ein varandi loysn er at leiða høvuðsferðsluna uttanum bygdirnar við nýggjum vegum ella tunlum, og tað sama er eisini galdandi aðrastaðni í landinum.

Í ár eru 2,4 milliónir játtaðar til at fyrireika tunnil ímillum flogvøllinum til Vágatunnilin, sigur landsstýrismaðurin í samferðslumálum.

Mest lisið hesa vikuna

Hetta má vera dreymaferian hjá nógvum

3. juli kl. 14:22

Leita eftir kvinnu sum framdi grovan harðskap

3. juli kl. 06:48

Fosturtøkulóg: Nýggj lóg er komin í gildi eftir 70 ár

4. juli kl. 17:00

Slapp frá ógvusligum óhappi við smásnuddum

4. juli kl. 08:30

Óttaða ormveran er funnin í Keypmannahavn

21 tímar síðan

Tveir sóu reytt í fyrsta málleysa javnleikinum í 28 ár

3. juli kl. 20:47