Yvir seinastu vikuna hava bensinprísir víst ein lítlan niðurgang í fleiri londum. Hetta í takt við, at altjóða oljuprísir eru lækkaðir eitt sindur.
Broytingarnar eru enn smáar fyri brúkaran, men benda á, at brennievni kunnu gerast eitt vet bíligari komandi tíðina.
Ráoljuprísir eru farnir eitt sindur niður eftir broytingar í altjóða marknaðinum, m.a. orsakað av minni geopolitiskari óvissu og betri væntaðum útboði.
Altjóða miðalprísir á bensini hava eisini víst ein lítlan niðurgang. Tó eru broytingarnar ikki eins kring allan heim, tí skattir, flutningskostnaður og skjótleiki í prísbroytingum hava stóran týdning.
Í Føroyum, har alt brennievni verður innflutt, fylgja bensinprísir vanliga altjóða prísgongdini, men við seinkaðari ávirkan.Tað merkir at broytingar síggjast ofta ikki beinanvegin á bensinstøðunum.
Vit spurdu hjá Magn um hetta er nakað vit eisini koma at síggja í Føroyum.
-Oljuprísurin er lækkaður nakað síðstu tíðina eftir at tíðindini um, at USA og Iran hava arbeitt við eini friðaravtalu.
Vit hava lækkað prísin hesa vikuna og í síðstu viku, og so fylgja vit annars væl við gongdini í oljuprísinum á heimsmarknaðinum, tí hetta ávirkar okkara innkeypsprísir av olju, sigur stjórin, Suni Justinussen.