Gaïni um...

Menniskjað sum politiskt djór

Sigri M. Gaïni
13. februar 2022 kl. 09:52

Ein hin kendasti politiski filosoffurin úr gamla Grikkalandi, Aristoteles (384 f.Kr.-322 f.Kr), kallaði menniskjað eitt politiskt djór. Í hesari útsøgn lá sjálvandi sannroyndin, at menniskjað hevur nógv til felags við djórini – men tó eisini, at vit um somu tíð hava eginleikar, ið skilja okkum frá djórunum.

Vit liva í samfeløgum, ið bert kunnu virka gjøgnum skipanir av ymsum slag, og skapa vit hesar skipanir ígjøgnum politiskar avgerðir um, hvussu land okkara (ella ”býarstaturin”, líta vit aftur til gamla Grikkalands) skal stýrast, røkjast og mennast.

Fólkaræðið var sum kunnugt grundað í gamla Grikkalandi, og var tað eisini virkið á Aristotelesar tíð. Aristoteles og lærumeistari hansara, Platon (428/427 f.Kr.-348/347 f.Kr.), vóru tó báðir kritiskir til fólkaræðið av tí, at ”fólkið” eftir teirra tykki var illa útbúgvið og tí eisini hevði lyndi til at taka óhepnar avgerðir. Besta stýriskipanin var sambært navnfræmu heimspekingunum ein skipan, har evsti myndugleiki var mannaður av høgtútbúnum borgarum (við serligum denti á einum høgtmentum morali), ið vórðu úrvaldir og uppaldir til hesa ovurstóru ábyrgd frá barnsbeini av. Undir evsta myndugleika skuldi samfelagið tó virka sum eitt slag av fólkaræði.

Frælsið var hægsta samfelagsliga og menniskjaliga virði sambært heimspekingunum – men politiska frælsið trumfaði sokallaða persónliga frælsið, ið annars var í eins høgum meti sum politiska frælsið í virkandi fólkaræðinum. Aristoteles metti leiklutin sum aktivt luttakandi borgari sum havandi størri virði enn eitt persónligt frælsi kundi hava.

Teinkjarar í Europa – og allastaðni í heiminum – hava fingið íblástur frá heimspekingunum Platon og Aristoteles, líka síðani teir livdu og virkaðu í gamla Grikkalandi, og politisku hugsjónir teirra síggjast framvegis aftur í politiskum skipanum og politiskum kjakum, millum annað í hugleiðingum um fólkaræði og frælsi.

Kendi týsk-jødiski, politiski filosoffurin, Hannah Arendt (1906-1975), er ein av óteljandi teinkjarum, ið vann sær íblástur frá gomlu heimspekingunum – tó einamest Aristoteles. Arendt leggur á sama hátt sum Aristoteles dent á, at politisk handling (t.e. tað at vera ein virkin borgari í samfelagnum) er eitt hitt týdningarmesta sereyðkenni hjá menniskjanum. Til tess at verða eitt frælst menniskja má ein sambært Arendt traðka fram sum ein sjálvur – við eins egnu tonkum, meiningum og hugleiðingum. Arendt fer so langt sum at javnseta tað at vera frælsur og tað at vera eitt menniskja – og bara við at vera luttakandi í almenna lívinum sum ein sjálvur, gerst ein frælsur sambært Arendt.

Aristoteles og Arendt eru harvið á einum máli um, at menniskjað er eitt sokallað politiskt djór, og at hægsta samfelagsliga og menniskjaliga virðið er politiskt frælsi, ið verður útint við at vera ein virkin borgari í almenna lívinum.

Áhugaverdi spurningurin at seta sær er so: hvussu fræls eru vit, hvør einstakur borgari, í dagsins samfelag? Traðka vit fram, sum vit sjálvi, í almenna rúminum?

Tað er óivað freistandi at halda, at vit traðka meira fram í almenna rúminum enn nakrantíð áður orsakað av alnótini og møguleikunum fyri at býta sokallað ”uppsløg” við allan heimin ígjøgnum hesa alnót. Tað er tó ivasamt, um støðan er so góð, sum vit hava lyndi til at halda.

Fyri tað fyrsta, so er hetta samskifti við ”allan heimin” í grundini ofta sera avmarkað, og uppsløg okkara røkka ikki so langt. Fyri tað næsta, so er tað ofta tað persónliga og privata, sum vit leggja dent á heldur enn tað politiska ella samfelagsliga. Sostatt liva vit ikki veruliga frælsa lívið sambært Arendt.

Frælsi er sjálvsagt eitt abstrakt hugtak, og fatanirnar av hugtakinum eru bæði ymiskar og nógvar í tali. Týski upplýsingarfilosoffurin, Immanuel Kant (1724-1804), leggur eitt nú áherðslu á, at tað at útinna skyldur sínar, er tað sama sum at vera frælsur. Hetta kunnu vit tó koma inn á eina aðru ferð.

Ein kann nýta hugsjónirnar hjá Arendt sum íblástur til eins egna lív. Livir ein sítt lív sum tann, man veruliga er – ella fylgir man bert einum streymi? Úttrykkir man seg sjálvan og roynir at hava samfelagsliga ávirkan – ella heldur man seg til at liva eitt privat og persónligt lív?

Ynskir man veruliga at gerast frælsur, so skal man altso stremba eftir einum lívi, ið røkkur út yvir tað privata og persónliga sambært Arendt. Man skal stremba eftir at liva eitt Vita Activa (t.e. eitt virkið lív).