Ongi úrslit

Garðar og hegn skulu vera í seyðahøgum standi áðrenn 14. mai

Kommunur kring landið minna nú garðhaldarar á, at bøgarðar og hegn skulu vera í seyðahøgum standi í seinasta lagi 14. mai.

© Sunda Kommuna.
Edmund Jacobsen
11. mai kl. 09:59

Hetta er krav sambært galdandi reglum um hegnskyldu.

Allir garðhaldarar hava skyldu til at halda bøgarðar sínar í góðum standi fram til 25. oktober, so seyður ikki sleppur inn á bøin.

Hegn verða sýnað eftir 14. mai

Sunda kommuna skrivar, at hegnsýnisnevndin fer at sýna bøgarðarnar eftir 14. mai. Eru ábøtur neyðugar, verða tær gjørdar fyri rokning hjá eigaranum ella garðhaldaranum uttan aðra fráboðan enn hesa.

Kommunan mælir eisini til, at hegn eru minst ein metur høg. Í summum førum kann vera neyðugt at spenna tráð oman á hegnið vegna lendisviðurskifti. Pelar skulu vanliga standa við umleið 1,80 metra millumrúmi.

Seyðurin skal vera uttangarðs

Tórshavnar kommuna vísir á, at seyðurin eftir 14. mai skal vera uttangarðs. Antin skal hann út í hagan ella verða á traðunum.

Kommunan heitir á øll, ið varða av jørð, um at tryggja, at garðar og hegn eru í lagi, so tey kunnu halda seyðin burtur frá bø, bygd og býi.

Sambært upplýsingunum frá Tórshavnar kommunu er tað lógarkrav, at seyður ikki sleppur at ganga innangarðs alt árið. Vanligt hevur áður verið sagt, at garðar skuldu røkka upp undir hondina á einum vaksnum manni.

Mest lisið hesa vikuna

Holland játtar at hava tikið lívið av barni undir 12 ár

26. juni kl. 17:00

fluttu full fólk úr Steinatúni í gjár

26. juni kl. 09:14

Ein óvanliga óheppin dagur hjá Strandferðsluni

Í gjár kl. 20:44

Brotsverkini í Føroyum gerast álvarsamari

Í gjár kl. 13:27

Paul Watson komin inn um 200 mílamarkið

28. juni kl. 12:49

Lótu tvær grindir fara í gjár - vilja ikki drepa bara fyri at drepa

Í gjár kl. 10:03