Nú skal eitt nýtt býartorg gerast á Tvøroyri. Tað samtykti býráðið einmælt ábýráðsfundi í gjár.
Býartorgið verður mitt í býnum, á parkeringsplássinum eystan fyri bygningin har Føroya Banki er, og har Posta eisini helt til - og har apotekið heldur til í løtuni.
Endamálið er, at býartorgið skal vera liðugt um eitt ár, ella til mentanarnáttina næsta ár. Í ár eru tvær milliónir settar av til endamálið.
Tvøroyar Býráð sigur, at hetta er liður í arbeiðinum at menna og styrkja miðbýin á Tvøroyri.
– Málið er at skapa eitt innbjóðandi og livandi miðstaðarøki, sum bæði kann nýtast í gerandisdegnum og sum savningarstaður til tiltøk, hátíðarhald og onnur felags tiltøk, sigur býráðið.
Samstundis skal torgið betra um trivnað, atkomu og ferðsluviðurskiftini í miðbýnum.
Býráðið sigur, at nýggja miðbýartorgið verður eitt fjølbroytt og livandi øki í hjartanum á býnum. Á torginum verða fastir sølubásar, har vinnurekandi, feløg, og onnur áhugað, kunnu selja ymiskt, og har verður eisini ein lítil pallur til smærri framførslur, tiltøk og samkomur.
Harumframt verður torgið útgjørt soleiðis, at tað ber til at seta ein størri pall upp til serlig høvi, eitt nú tónleikafestivalar, mentanarligar framførslur, almenn tiltøk og aðrar størri samkomur.
Samstundis verður vegurin, Sjúkhúsbrekkan, tikin burtur og ístaðin verður ein trygg og góð gongugøta gjørd.
– Við nýggja býartorginum vil kommunan skapa eitt savnandi og virkið miðstaðarøki, sum styrkir býarlívið og ger miðbýin enn meira áhugaverdan fyri bæði borgarar og vitjandi, sigur býráðið
– Hetta verður eitt nýtt samlingspunkt í miðbýnum, har handil, mentan og sosialt lív kunnu ganga hond í hond, leggja tey afturat.