Landssjúkrahúsið skrivar í dag:
FYRSTI ANESTESISJÚKRARØKTARFRØÐINGUR VIÐ NUBA-ÚTBÚGVING
Á anestesideildini á Landssjúkrahúsinum hava vit fingið okkara fyrsta anestesisjúkrarøktarfrøðing við serligari framhaldsútbúgving innan barnaanestesi. Gerda Mortensen hevur lokið NUBA-útbúgvingina, ið gevur serligar førleikar til at taka sær av børnum, sum skulu undir doyving.
NUBA stendur fyri Nordisk Uddannelse i Børneanæstesi og er ein eitt ára framhaldsútbúgving, sum kann leggjast afturat útbúgvingini sum anestesisjúkrarøktarfrøðingur. Gerda Mortensen hevur tikið útbúgvingina partvíst á Landssjúkrahúsinum og partvíst uttanlands. Elin Jensen, yvirlækni og serlækni í anestesiologi, hevur verið mentor hjá henni undir útbúgvingini.
Tað at fara á sjúkrahús og undir doyving kann vera ein stór og ókend uppliving hjá einum barni. Tí hevur ein stórur partur av útbúgvingini snúð seg um, hvussu starvsfólk kunnu skapa tryggleika og minka um ótta hjá børnum. Gerda hevur fingið ymisk ítøkilig amboð við sær, sum kunnu gera støðuna lættari og tryggari fyri barnið. Tað kann til dømis vera at brúka sápubløðrur, leikur og ymiskar luktir, tá barnið skal hava masku.
Royndirnar vísa eisini, at tá barnið kennir seg tryggari, kann tað ávirka foreldrini jaliga. Fleiri foreldur hava boðað frá, at átøkini gera mun, og at tey sjálvi verða minni óttafull.
Við NUBA-útbúgvingini hevur Landssjúkrahúsið nú fingið enn sterkari førleikar innan barnaanestesi og umsorganina fyri børn og familjur teirra.
Vit ynskja Gerdu hjartaliga tillukku við útbúgvingini og blíðan byr í arbeiðinum.