Ongi úrslit

Gevið okkum penganar aftur, heldur enn at brúka teir

Bjarni Kárason Petersen, løgtingslimur
2 tímar síðan

Tórshavnar kommuna væntar at fáa góðar 88 milliónir krónur meira í inntøkum í ár enn upprunaliga mett. Av hesum óvæntaðu meirinntøkunum ætlar býráðið nú at brúka nærum 80 milliónir av teimum til íløgur og rakstur.

Tað vil siga at mann hevur nóg illa sæð meirinntøkurnar, áðrenn mann hevur funnið útav at brúkt tær.

Var hetta so eitt eindømi. Men at kommunan fær tíggjutals milliónir meira inn í skatti enn væntað frá borgaranum og vinnulívinum í kommununi, er eftirhondini ein yvirskrift, ið vit hava sæð á hvørjum ári í nógv harrans ár. Allíkaval er skattaprosentið óbroytt.

At kommunan fær so nógv meira inn hvørt ár, merkir, at hon krevur meira inn, enn hvat er neyðugt fyri at reka kommununa.

Tórshavnar Kommuna hevði sostatt gott kunna lækkað skattin, um mann ynskti tað. Eg haldi veruliga at tíðin er komin til at onkur býráðssamgonga metir tað vera skilagott at lækka skattin.

Heldur enn at býráðslimir skulu hava ein so stóran posa av pengum til góð hugskot, so átti mann at givið penganar aftur til borgararnar í kommununi, og heldur lættað um hjá teimum sum merkja høga skattatrýstið í dagligdegnum.

Bjarni Kárason Petersen,
løgtingslimur

Mest lisið hesa vikuna

Nøkur orð um skyldmannin Allan Enghamar

15. november kl. 04:55

Løgreglan lukkaði eitt skeinkistað í Havn í nátt og koyrdu øll á dyr

15. november kl. 09:12

Ein viti er slóknaður: Minningarorð um Óla Eyðun Eliassen

16. november kl. 07:00

Soleiðis fáa tey nógv betri kjøt úr hjallinum

15. november kl. 13:23

Ein nuanserað viðmerking til eina nuanseraða samrøðu

14. november kl. 14:27

Par kom til ilnar á alfaravegi

14. november kl. 09:08