Ongi úrslit

Géza droymir um stór avrik saman við landsliðnum

Føroyski landsliðsspælarin verður í Grimsby í hvussu so er fram til á sumri 2028

Jonhard Hammer
1 tími síðan

Leygardagin fara Géza Dávid Turi og Grimsby í 2. deild í Englandi at spæla landskappingardyst á heimavølli ímóti Crawley. Grimsby er á sætta plássi við 10 stigum fyri seks dystir, og Crawley er á 23. og næstaftasta plássi við fýra stigum.

Sunnudagin kemur Géza til Føroya, og mánadagin fer hann saman við hinum í landsliðshópinum undir fyrireikingarnar til tann fyrsta av fýra dystum í Nations League, sum vera næstu vikurnar. Fyrsti dysturin verður annan leygardag á heimavølli ímóti Kasakstan.

Í dag boðaði Grimsby frá, at felagið og Géza Dávid Turi hava undirskrivað nýggjan sáttmála, sum ber við sær, at føroyski landsliðsspælarin í hvussu so er verður í Grimdby fram til á sumri í 2028.

-Eg trívist ordiliga væl her í Grimsby, og tað kennist hugaligt, nú eg so at siga hvørja ferð eri millum teir fyrstu ellivu, og so eri eg fegin um, at tað loksins eydnaðist at skora mál í landskappingini, og at málið hevur fingið so nógva umrøðu her og eisini aðra staðni, sigur Géza Dávid Turi í samrøðu við dimma.fo.

Géza gleðir seg at koma heim og í fleiri vikur at vera saman við liðfeløgunum á landsliðnum.

-Tað eru fýra dystir frá leygardegnum 26. september og fram til týsdagin 6. oktober. Vit skulu samstundis ferðast langt til tveir útidystir, og tað fer ivaleyst at bera við sær, at nógvir fara at fáa møguleikan at spæla. Sjálvandi fara vit eftir at vinna øll 12 stigini, men um vit í hvussu so er vinna sjey stig, so hevði tað verið fínt, sigur Géza Dávid Turi.

Eftir ársskiftið í fjør fór hann úr Víkingi og til Grimsby. 24 ára gamli Géza Dávid Turi, sum er føddur í Ungarn og hevur búð í Gøtu, síðani hann var smádrongur, var tolin og bíðaði leingi eftir, at formellu loyvini komu upp á pláss, so hann kundi spæla við føroyska landsliðnum. Í fjør spældi hann fimm landsdystir, og higartil í ár hevur hann verið fýra ferðir á landsliðnum.

Nú tað eru fleiri avboð frá spælarum, sum ofta hava verið álit á miðvøllinum, verður tað roknað við, at Géza fer at eiga sentralan leiklut, og avrikini í Grimsby í seks teimum fyrstu umførunum í landskappingini hava víst, at hann er væl fyri.

Mest lisið hesa vikuna

Hví sigur Landsbankin ikki alla søguna?

Í gjár kl. 12:09

Máttu í fjøllini at bjarga útlendskum ferðamanni oman á slætt

12. sepember kl. 09:10

Danmark fyrireikar kirkjuna til stórkríggj: Kann fáa upp í 20 fallnar hermenn um dagin

13. sepember kl. 15:00

Viðhvørt hava vit eina sjúka mentan í Løgtinginum

10. sepember kl. 15:06

Løgreglan vil tosa við bilførara sum elvdi til óhapp

14. sepember kl. 09:44

Vit geva fólki milliónir í almennum stuðuli - hóast tey ikki hava brúk fyri tí

10. sepember kl. 14:13