Ongi úrslit

Gimmi Olsen hjálparprestur í Nes prestagjaldi

Nes prestagjald nemur Gøtu kirkjusókn og Nes kirkjusókn

folkakirkjan.fo
4 tímar síðan

Á felags kirkjuráðsfundi í Nes prestagjaldi 17. juni innstillaðu kirkjuráðini Gimma Olsen til tíðaravmarkaða embætið sum hjálparprestur í Nes prestagjaldi.

Samsvarandi innstillingini fer biskupur at seta Gimma Olsen í starv í Nes prestagjaldi frá 1. august 2026 – 31. mai 2027. Nes prestagjald nemur Gøtu kirkjusókn og Nes kirkjusókn.

Talan er um framhald av royndarverkætlan.

Afturat uppgávuni sum hjálparprestur, skal Gimmi Olsen – í samráði við staðbundnu sóknarprestarnar í landinum – halda gudstænastur í kirkjusóknum, ið eru færri enn 400 fólk.

Tvær umsóknir vóru til embætið.

Mest lisið hesa vikuna

Smyril bjargaði manni úr bjargingarbáti eystanfyri Sandoynna

17. juni kl. 17:15

Svenskari handtikin í Føroyum fyri álvarslig lógarbrot í Svøríki

Í gjár kl. 07:43

Aftur eitt ferðsluóhapp við brúnna um Streymin

15. juni kl. 07:43

Ferðamynstrið er so nógv broytt

Í gjár kl. 19:35

Stór verjuætlan: Tórshavn kann fáa loftverju móti rakettálopum

15. juni kl. 16:00

Vit blivu ordiliga rørd

15. juni kl. 22:41