Løgtingskvinnan Liljan Weihe hevur sett Jacob Vestergaard, landsstýrismanni í vinnumálum, ein skrivligan § 52a-fyrispurning um gongugjaldið á Slættaratindi.
Hon spyr millum annað, um tað er lógligt at krevja 200 krónur frá vaksnum ferðafólkum fyri at ganga niðan á fjallið, tá ið hvørki gjørd gøta, ferðaleiðari, vesi ella onnur ítøkilig tænasta fylgir við gjaldinum.
Gjaldið skal fíggja framtíðar hentleikar
Sambært fyrispurninginum er eitt skelti nýliga sett upp við Slættaratind. Á slattaratindur.fo verður gjaldið lýst sum eitt „Entrance Ticket to Slættaratindur“.
Sambært skeltinum skal peningurin millum annað fíggja eina nýggja gøtu, sum ætlanin er at lata upp í 2027, umframt móttøku, kafé, vesi og betri parkeringsviðurskifti.
Weihe spyr tí, um eitt gjald, sum verður kravt inn nú, kann metast sum gjald fyri eina tænastu, hóast tænastan enn ikki er tøk.
Lógin bannar gjaldi fyri sjálva atgongdina
Í fyrispurninginum verður víst til ferðavinnulógina og kunngerðina um kommunalar ferðavinnuætlanir.
Har verður sambært fyrispurninginum ásett, at gjald kann takast fyri ítøkiligar tænastur, men ikki fyri sjálva atgongdina at lendi. Gjaldið skal standa mát við ta tænastu, sum verður veitt.
Liljan Weihe vil eisini hava Jacob Vestergaard at svara, hvørji ítøkilig stig hann ætlar at taka fyri at fáa innkrevjingina kannaða og – um hon vísir seg at vera uttan lógarheimild – steðgaða.