Ongi úrslit

Gjørdu fortreð í Nólsoy

Illgruni er um, hvør tað er

Áki Bertholdsen
5. november 2024 kl. 09:55

Í gjár varð ringt til løgregluna um at onkur hevði verið í Nólsoy og gjørt um seg. Í hesum sambandi høvdu tey tømt ein pulvursløkkjara og ein bjargingarkransur á keiini var tveittur á sjógv. 

Løgreglan sigur, at nólsoyingar høvdu illgruna um, at talan var um nøkur heimleys úr Havn, sum vóru farin til Nólsoyar og har høvdu tey ikki dugað sær hógv.

Løgreglan sigur, at tá ið Teistin kom aftur í Nólsoy, stóðu tey fyri henni og fingu fatur á fólkunum.

Løgreglan sigur, at nú verður málið so kannað og tí er tað enn óvist, um talan verður eum eitt mál ímóti teimum um herverk.

Men fyrr í gjár varð eisini ringt til løgregluna at boðað frá, at ilt var komið í ímillum nøkur heimleys í miðbýnum í Havn, men tá ið tey komu fram, vóru øll farin. Nakað aftan á var aftur galið og tá varð eitt fólk tikið. Tað var so ólátað, at tað fekk bót fyri at bróta skilhaldsreglurnar.

Mest lisið hesa vikuna

Hetta má vera dreymaferian hjá nógvum

3. juli kl. 14:22

Leita eftir kvinnu sum framdi grovan harðskap

3. juli kl. 06:48

Fosturtøkulóg: Nýggj lóg er komin í gildi eftir 70 ár

4. juli kl. 17:00

Slapp frá ógvusligum óhappi við smásnuddum

4. juli kl. 08:30

Óttaða ormveran er funnin í Keypmannahavn

Í gjár kl. 15:30

Tveir sóu reytt í fyrsta málleysa javnleikinum í 28 ár

3. juli kl. 20:47