Ongi úrslit

Gjørdu herverk í Kollafirði Tað er eitt álopa felagsskapin

Jonhard Hammer
3 tímar síðan

Fyri nøkrum døgum síðan varð herverk gjørt á nýggja partin í viðarlundina í Kollafirði.

Kollajarðarnevndin sigur, at viðkomandi hevur klipt hegnið hjá Tórshavnar kommunu, sum verjir viðarlundina, og sum forðar fyri at seyður kemur í hana at eta av trøunum. Tað eru trøð, sum kollfirðingar í hópatali bæði sjálvboðið, og við stórum eldhuga, hava brúkt tíð og og orku upp á til at seta niður fyri at økja um trivnaðin og felagsskapin í byggingini, sigur nevndin á Facebook.

Tey siga, at Hegnið varð klipt upp í fýra ymiskum støðum.

– At gera seg soleiðis inn á ognirnar hjá kommuni, sum av tí sama eru ognirnar hjá okkum øllum borgarum í Kollafirði, er átalavert og taka vit í Staðbundnu nevndini í Kollafirði sterka frástøðu frá, siga tey.

Eitt er, at hetta er talan um herverk, tá man soleiðis ger seg inn á ognirnar hjá borgarunum í Kollafirði.

– Men samstundis er tað eitt álop á felagsskapin, samhaldsfesti og, ikki minst, tað sjálvboðið arbeiði, sum kollfirðingar, av sínum eintingum, hava gjørt fyri at fríðka um og betra um umstøðurnar í bygdina, sum vit øll eru góð við.

Staðbundna nevndin vónar, at slíkt herverk ongantíð aftur finnur stað í okkara heimbygd.

Mest lisið hesa vikuna

Kunnu spara 190 milliónir um árið - næstan uttan at nakar uppdagar tað

23. oktober kl. 12:08

Her eru pengarnir, tú leitar eftir, Eyðdis

22. oktober kl. 19:06

Amerikanskur serfrøðingur: Trump skal keypa Føroyar leysar frá Danmark

25. oktober kl. 04:11

Viljormur hevði fleiri møguleikar at velja í

24. oktober kl. 13:30

I næstum fara fleiri hundrað bilar at missa nummarpláturnar

26. oktober kl. 16:36

Tikin í havnargøtum við rúsevnum uppi á sær

24. oktober kl. 09:59