Danska umhvørvismálaráðið (Miljøstyrelsen) fær hvassa átalu fyri umsitingina av loyvum og eftirlitinum við teimum 19 alibrúkunum á sjónum í Danmark. Ríkisgrannskoðanin staðfestir, at eftirlitið er ófullfíggjað, og at afturvendandi brot ikki verða handhevjað nóg konsekvent.
342 brot – bert 30 handhevjað
Frá 2018 til 2025 skrásetti Ríkisgrannskoðanin 342 brot á treytir í loyvum ella á lóggávuna. Í meira enn helvtini av førunum var talan um endurtøku av sama slag av broti. Miljøstyrelsen handhevjaði bert 30 av brotunum.
Samstundis mangla 17 av teimum 19 alibrúkunum umhvørvisgóðkenning, og átta mangla staðsetingarloyvi eftir galdandi reglum. Tey kunnu kortini halda fram við rakstrinum eftir gomlu loyvunum úr 1990-árunum.
Málviðgerðin hevur í miðal vart sjey ár fyri staðsetingarloyvi og 11 ár fyri umhvørvisgóðkenning. Miljøstyrelsen metir sjálv, at slík málviðgerð í roynd og veru eigur at taka hálvtannað til tvey ár.
Dálking kann skaða havumhvørvið
Alibrúkini kunnu lata millum annað antibiotika og kopar út í havumhvørvið. Sambært Ríkisgrannskoðanini hevur eftirlitið ikki givið myndugleikunum nóg gott innlit í, um slík evni hópast upp. Antibiotika kann elva til mótstøðuførar havbakteriur, meðan kopar kann drepa fisk.
Gomlu loyvini hava eisini linari treytir fyri millum annað kopari og lívrunnum tilfari. Lívrunnið tilfar kann verða brotið niður til køvievni og fosfor og harvið elva til súrevnistrot í sjónum.