Ongi úrslit

Granskingarráðið í miðdeplinum: Bárður á Lakjuni fekk innlit í arbeiðið

Bárður á Lakjuni vitjaði Granskingarráðið, sum umsitur stuðulsskipanir, altjóða samstarv og uppgávur innan gransking, menning og nýskapan.

© Mentamálaráðið.
Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum, hevur vitjað Granskingarráðið. Annika Sølvará, stjóri, tók ímóti saman við starvsfólkunum og greiddi frá arbeiðinum.
Edmund Jacobsen
1 tími síðan

Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum, hevur vitjað Granskingarráðið. Endamálið var at síggja umstøðurnar, fáa kunning og skifta orð um virksemið hjá ráðnum. Annika Sølvará, stjóri, tók ímóti saman við starvsfólkunum og greiddi frá arbeiðinum.

Umsitur fleiri stuðulsskipanir

Granskingarráðið hevur eitt breitt virkisøki. Tað fyrisitur fleiri stuðulsskipanir og tekur lut í fleiri altjóða samstørvum. Ráðið hevur eisini skrivarauppgávuna fyri Ráðið fyri gransking, menning og nýskapan, sum skal ráðgeva landsstýrinum og vinnuni um yvirskipaðan politikk á økinum.

Vísindavøka 25. september

Granskingarráðið skipar eisini fyri fleiri kunningarátøkum. Eitt teirra er Vísindavøkan 25. september, sum hevur til endamáls at økja áhugan fyri gransking og granskingarúrslitum í samfelagnum.

Landsstýrismaðurin fegnast um dygga arbeiðið hjá Granskingarráðnum.

Mest lisið hesa vikuna

ES-tinglimir hótta Føroyar við stuðli vegna grindadráp

3. sepember kl. 18:05

Deyðiligur vandi á gongubreytini

5. sepember kl. 17:45

LGBT – SERVIÐGERÐ ?

5. sepember kl. 20:34

Lutfalsliga nýtt gentunavn var best umtókt í fjør

1. sepember kl. 11:10

Fýra bilførarar í óhappi í gjár - minst ein kann vænta at missa koyrkortið

Í gjár kl. 09:17

Tingmaður úr samgonguni roynir at skunda undir at fáa tunnil til Vestmanna

2. sepember kl. 11:03