Granskingarráðið sóknast nú eftir uppskotum um, hvør skal fáa ársins herðaklapp fyri góða miðling av gransking. Freistin at senda uppskot inn er 14. september. Heiðurin verður latin á Vísindavøkuni í Kongshøll 25. september.
Skal røkka út um granskingarheimin
Heiðurin kann latast einum granskara, miðlafólki ella øðrum, sum dugir at greiða frá gransking og týdninginum av henni á ein greiðan og lættskiljandi hátt. Miðlingin kann eitt nú vera í útvarpi, sjónvarpi, greinum, bókum ella fyrilestrum.
Øll kunnu senda uppskot
Í uppskotinum skal grundgevast fyri, hví viðkomandi eigur at fáa heiðurin, og helst skal vísast til dømi um góða miðling. Ein dómsnevnd við umboðum frá felagnum Føroysk Miðlafólk, Fróðskaparsetrinum og Granskingarráðnum velur millum innkomnu uppskotini.
Uppskot kunnu sendast til gransking@gransking.fo