Heystveðrið hevur givið grønu elframleiðsluni í Føroyum eitt stórt lyft. Í oktober komu 78 prosent av elorkuni frá varandi orkukeldum, meðan olja stóð fyri 22 prosentum.
Grøni parturin er sostatt vaksin 26 prosentstig samanborið við oktober í fjør, tá hann var 52 prosent.
Tað vísa nýggjastu tølini frá Sev, sum vórðu kunngjørd týsdagin 3. november.
Vindur og vatn stóðu fyri meginpartinum
Vindorka og vatnorka vóru nógv tær størstu grønu orkukeldurnar í oktober.
Vatnorka stóð fyri 39 prosentum av samlaðu elframleiðsluni, meðan vindorka stóð fyri 37 prosentum. Biogass og sólorka góvu tilsamans tvey prosent.
Samlaða elframleiðslan var góðar 44 gigawatt-tímar (GWt), nøkulunda tað sama sum í oktober í fjør.
Suðuroy nærkast 100 prosentum
Í Suðuroy var grøni parturin uppaftur størri.
Har komu knøpp 92 prosent av elorkuni frá varandi orkukeldum. Vindorka stóð fyri 57 prosentum og vatnorka fyri góðum 34,5 prosentum. Sólorka stóð fyri restini av grønu framleiðsluni.
Einans átta prosent av elorkuni komu frá olju.
Vágsverkið brúkti 52 tons av olju í oktober, samanborið við 46 tons í september.
Til samanberingar brúkar Sundsverkið í miðal 125 tons av olju um samdøgrið.
Sev vísir eisini á, at vatnorkuverkið í Botni var óvirkið í oktober í fjør. Harumframt var samlaða elframleiðslan í Suðuroy tá 10 prosent størri enn í oktober í ár.