Grøna orkuskiftið í Føroyum tykist vera steðgað upp. Nú skulu politikarar, umboð fyri vinnulívið og serfrøðingar kjakast um, hvør hevur ábyrgdina, og hvat skal til fyri at fáa ferð á aftur.
Tað verður eitt av høvuðsevnunum á ráðstevnuni Varandi heimur, sum verður í Norðurlandahúsinum 23. og 24. oktober undir heitinum Grøn orka loysir seg.
Endamálið er at vísa á loysnir, sum kunnu gera Føroyar sjálvbjargnar við varandi orku.
Politikarar skulu kjakast um ábyrgdina
Fríggjadagin verður sjóneykan sett á politisku ábyrgdina og leiklutin hjá vinnuni.
Í einum politiskum orðaskifti skulu Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna, Elsa Berg, borgarstjóri, Ruth Vang, Hákun Djurhuus, Jóhan í Niðristovu og Niels Winther kjakast um, hví orkuskiftið tykist vera steðgað upp, og hvat nú eigur at verða gjørt.
Eisini verða framløgur um orkuframleiðslu, kappingarførið hjá vinnuni og grønar loysnir á sjónum.
Fyrrverandi danski orku- og veðurlagsráðharrin Lars Aagaard fer at greiða frá donsku royndunum við grøna orkuskiftinum.
Grøn orka skal eisini loysa seg fíggjarliga
Leygardagin verður dentur lagdur á, hvussu húsarhald kunnu spara pengar við grønari orku.
Á skránni eru sólorka, hitaloysnir, fígging, elbilar og løðimøguleikar. Eisini verður viðgjørt, hvussu húsarhald við lágum inntøkum kunnu verða partur av orkuskiftinum.
Fyritøkur fara at sýna fram ymiskar orkuloysnir. Barnafamiljur kunnu vitja framsýningina, meðan børnini verða ansað.
Høgra stendur fyri tiltakinum, og Umhvørvisstovan, Sev, Tórshavnar kommuna og Vinnuhúsið hava skipað ráðstevnuna.
Bjørt Samuelsen og Uni Arge verða orðstýrarar. Ráðstevnan verður eisini stroymd.