Grønland, Danmark og USA eru nær einari nýggjari avtalu, sum skal styrkja trygdina í Arktis og Norðuratlantshavi.
Sambært einum tíðindaskrivi frá danska Statsministeriet vænta tær tríggjar stjórnirnar at undirskriva avtaluna í næstu viku í sambandi við aðalfundin hjá ST.
Avtalan er tó ikki endaliga komin upp á pláss. Eftir undirskrivingina skal hon ígjøgnum tær neyðugu tingligu mannagongdirnar, áðrenn hon kann fáa gildi.
Grønland: Avtalan viðurkennir okkara áhugamál
Jens-Frederik Nielsen, formaður í Naalakkersuisut, fegnast um, at londini nú nærkast einari avtalu.
– Tað er gleðiligt, at vit eru um at gera eina avtalu, sum tryggjar og styrkir trygdina hjá Grønlandi, Kongaríkinum Danmark, USA og vesturlendska samgongufelagsskapinum. Avtalan viðurkennir grønlendsk áhugamál og okkara pláss í altjóða samstarvinum. Tað er okkum øllum at gagni, sigur hann.
Frederiksen leggur dent á fullveldi og sjálvsavgerðarrætt
Danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen, sigur, at talan er um eina avtalu, sum bæði skal styrkja felags trygdina og virða støðuna hjá Grønlandi.
– Eg eri fegin um, at útlit eru til eina góða avtalu fyri Grønland, Kongaríkið Danmark og USA. Eina avtalu, sum styrkir okkara felags trygd í Arktis og Norðuratlantshavi og tí eisini er góð fyri NATO og Evropa, sigur hon.
Hon leggur afturat, at avtalan samstundis viðurkennir fullveldið hjá Kongaríkinum og rættin hjá grønlendska fólkinum til sjálvsavgerð.
Tíðindaskrivið upplýsir ikki, hvørji ítøkilig tiltøk ella skyldur verða partur av avtaluni.
Statsministeriet upplýsir eisini, at tað í løtuni ikki ber til at fáa fleiri viðmerkingar.