Johnny í Grótinum, formaður í Búskaparráðnum, skal leiða eina nýggja grønlendska nýskipanarnevnd. Nevndin skal kanna, hvussu grønlendski almenni geirin kann skipast bíligari og munadyggari.
Í 2025 hevði grønlendski landskassin eitt hall upp á nærum 400 milliónir krónur. Samstundis minkar fólkatalið, og alsamt fleiri eldri fáa tørv á almennum tænastum.
– Hetta er veruliga ein stór avbjóðing, sigur Johnny í Grótinum við DR.
Ov fá ung venda heim
Nevndin skal millum annað kanna talið á aðalráðum, uppgávubýtið millum sjálvstýrið og kommunurnar og møguleikarnar at nýta vitlíki.
Johnny í Grótinum vísir eisini á, at bæði Grønland og Føroyar missa nógv ung til Danmarkar.
Nevndin hittist fyrstu ferð í Nuuk í september og skal lata eina fyribilsfrágreiðing fyrst í komandi ári.