Ongi úrslit

Grundarlagið undir øllum ívi í sjónum - og hjá nógvum fugli - er so vánaligt sum sjáldan fyrr

Áki Bertholdsen
3 tímar síðan

Tað er sera lítið av gróðuri í sjónum í ár, og tað hevur avleiðingar fyri alt lív á sjónum, og tað fær eisini avleiðingar fyri nógv fuglasløg.

Tað vísa nógvar mátingar hjá Havstovuni.

Havstovan sigur, at vanliga tekur gróðurin seg upp um várið og heldur á til seint á sumri. Tó kann vera ójavnt frá ári til annað, nær hann byrjar og eisini kann gróðurin broytast nógv upp á stutta tíð.

Í ár er sera lítið av gróðri á Landgrunninum og higartil eru nøgdirnar av plantuæti ongantíð vaksnar nevnivert, sigur Hagstovan.

 Myndin oman fyri vísir nøgdirnar av plantuæti í Skopunarfirði og tann tjúkka svarta linjan er mátingarnar í ár.

Og tað sæst, at gróðurin í ár er ein tann vánaligasti nakrantíð. Brotastrikan vísir miðal fyri øll árini - og tað eru 5-10 ár ímillum tey góðu gróðrarárini

.Havstovan sigur, at tað er týðiligt samband ímillum gróður av plantuæti og tilgongd og vøkstur av fiski á Landgrunninum. Og tað er eisini týðiligt samband ímillum gróðurin og hvussu nógvar sjófugla-pisur koma undan.

Tey árini, tá gróðurin er lítil ella kemur seint um várið, kemur sum heild lítið undan av sjófugli og tað kemur lítið undan av tí, fiskurin gýtur.

Sum heild hilnast árini við nógvum gróðri væl betur. Tey árini, tá væl er av gróðri, er eisini meira føði til fiskin og fiskurin veksur skjótari, enn tey árini, tá lítil gróður er.

Plantuæti er føði hjá djóraæti, sum aftur er føði hjá fiskayngli. Tí hevur gróðurin stóran týdning fyri føðiviðurskiftini hjá fiskaynglinum.

– Fiskayngul, serliga nebbasildayngul, er høvuðsføði hjá sjófuglapisum. Í stuttum kann sigast, at gróðurin er beinleiðis ella óbeinleiðis føðigrundarlag undir øllum djóralívi í sjónum, sigur Havstovan.

Mátingar við fylgisveini vísa, at í apríl byrjaði gróðurin spakuliga at taka seg upp inni á Landgrunninum, eins og vanligt hevur verið onnur ár.

Á havleiðunum uttan fyri Landgrunnin kom gróðurin sum vanligt í mai. Men hóast gróðurin spakuliga byrjaði í apríl inni á Landgrunninum, kom ongantíð rættiliga gongd á.

Tað hava bara verið smávegis nøgdir at síggja ymsastaðni av og á, og helst eru riknar inn á okkum uttanífrá. Hinvegin hevur eingin serligur gróður hevur verið nakrastaðni á Landgrunninum, soleiðis sum tað helst skal vera um várið og summarið.

Mest lisið hesa vikuna

Brúðgommurin fer úr kirkjuni og at rógva kapp

11. juli kl. 08:08

Løgreglan rak heimleys í Havn á dyr

Í gjár kl. 07:20

Syrgilig tíðindi á døgurða

21 tímar síðan

Ferðafólk nærum sogið út úr flogfarinum

10. juli kl. 15:30

Fólkavøksturin tikið dik á seg - men tað eru mest útlendingar

10. juli kl. 10:00

Óttaða ormveran er funnin í Keypmannahavn

8. juli kl. 15:30