Ongi úrslit

Gudmund Bruun: Søgan um mannin, sum stovnaði føroyska kirkjuliðið í Keypmannahavn

Í 1915 stovnaði Gudmund Bruun føroyska kirkjuliðið í Keypmannahavn. Nú verður søgan um lív hansara og arbeiði lýst á einum fyrilestri í Hans Egedes kirkju.

© Fólkakirkjan.
Gudmund Bruun stovnaði føroyska kirkjuliðið í Keypmannahavn í 1915. Sunnudagin verður lív hansara og arbeiði lýst á einum fyrilestri í Hans Egedes kirkju.
Edmund Jacobsen
3 tímar síðan

Sunnudagin 8. november fer Jákup Reinert Hansen, lektari í kirkjusøgu, at halda fyrilestur um Gudmund Bruun í Hans Egedes kirkju í Keypmannahavn.

Gudmund Bruun stovnaði føroyska kirkjuliðið í danska høvuðsstaðnum í 1915. Hann týddi eisini fleiri sálmar og skrivaði lestrabókina Ljósið rann av kærleiks runni.

Á fyrilestrinum fer Jákup Reinert Hansen at greiða frá lívi og arbeiði hansara.

Adventssálmar og jólahugleiðingar

Nú adventin nærkast, verða eisini nakrir av adventssálmunum hjá Gudmundi Bruun sungnir.

Harumframt verður greitt frá, hvussu hann hugleiddi um jólini, bæði heima og uttanlands.

Fyrilesturin verður sunnudagin 8. november klokkan 14–16. Í hálvtíðarsteðginum bjóðar føroyska kirkjuliðið drekkamunn og okkurt gott afturvið.

Tiltakið er ókeypis, og øll eru vælkomin.

Mest lisið hesa vikuna

Leita eftir manni í Havn

29. oktober kl. 07:46

Nógvar grýlur og nógv full fólk í Havn í nátt

Í gjár kl. 09:29

Maðurin afturfunnin í øllum góðum

29. oktober kl. 08:36

Nú brestur hann á um eina løtu - tað verður ringast sunnan fyri

27. oktober kl. 14:38

Aftursvar til Sylviu Thomsen: Bústaðarneyðin verður ikki loyst við fleiri skattum

29. oktober kl. 16:39

Árni, tað er munur á at eiga eitt heim og at eiga til íløgu

30. oktober kl. 10:42