Ongi úrslit

Gudstænastan: Ein sálarrøktarlig samtala

Í vesturheiminum verða vit í størri og størri mun tyngd av angist, óró og strongd. Í hesum veruleika er gudstænastan ein sálarrøktarlig samtala, vit kunnu taka lut í fyri at finna frið, ró og hvíld.

folkakirkjan.fo/Orð og mynd: Derhard Jógvansson, november 2026
2 tímar síðan

Tað er eingin loyna, at vit í vesturheiminum í størri og størri mun líða av angist, óró og strongd. Nógvar ymiskar frágreiðingar til henda økta trupulleika verða nevndar dagliga. Og nógv góð tilboð verða bjóðað, so einstaka menniskjað kann fáa hjálp í síni neyð. Sálarrøkt er eitt av hesum tilboðum.

Nú eru tað ivaleyst fleiri, sum ikki heilt vita, hvat sálarrøkt er. Eg vil tí fyrst heilt stutt greiða frá hesum. Sálarrøkt er eitt kirkjuligt tilboð, sum í sínum uppruna stavar frá gamla testamentligari tíð og hevur verið brúkt í kirkjuni fram til okkara tíð. Framferðarhátturin hevur við tíðini tillagað seg, og kann tað tí vera torført at geva eina lidna definitión av, hvat sálarrøkt er. Tó er nokkso breið semja um, at sálarrøkt er samtala í einum kristiligum høpi, har einstaklingurin í truplari støðu verður sæddur, hoyrdur og fevndur, soleiðis at viðkomandi fær mót á lívsleiðini.

Ein samtala í hesum samanhangi er ikki bert samtala ímillum tvey ella fleiri menniskju. Sálarrøkt er eisini samtalan ímillum Gud og einstaklingin. Hon kann vera verbal ella nonverbal. Hvussu nógv hevur kropsmál ikki at siga í eini samtalu? Ella kvirran? Ella tað at síggja hvønn annan í eyguni? Og so er tað rúmið. Hvussu stóran týdning hava rúm ikki fyri samtalur? Kanska serliga tær torføru? Eg hugsi bæði um tað fysiska rúmið, men eisini tað ikki-fysiska: “rúmið” ímillum menniskju og “rúmið” ímillum menniskju og Gud.

Tað førir okkum til endamálið við hesi grein: At siga frá, hvussu vikuliga gudstænastan - hóast hon er so nógv meira og nógv annað - er ein sálarrøktarlig samtala, har vit sum einstaklingar við sálarkvøl kunnu taka lut og finna frið, ró og hvíld fyri sálum okkara.

Rúm til støðuna

Ímynda tær eina kirkju. Síggj kirkjurúmið fyri tær og ímynda tær, at tú stígur inn í kirkjuskipið. Hvat hugsar tú? Hvørjar kenslur fært tú? Er nakar munur á kirkjurúminum og til dømis eini ítróttarhøll? Ivaleyst heldur tú, at munur er á, men hvør er munurin veruliga? Hugsa líka um tað… Fleiri av okkum hugsa, at í kirkjurúminum hava vit við nakað andaligt, gudiligt, kristiligt og størri at gera. Um vit duga at seta orð á tað ella ikki, munnu fleiri okkara fáa eina kenslu av, at har eru vit í Guds nærveru, hóast Gud sjálvandi ikki býr í nøkrum bygningi. Kenslan sigur okkum so.

Talan er mangan um eitt rúm, sum er størri og hægri enn flest onnur rúm, vit annars kunnu vera í. Og tað er ikki uttan tilvild, tí her er rúm fyri júst einstaklinginum við øllum tí, hann ella hon hevur uppá hjarta. So ymisk sum vit kunnu vera við øllum teimum ymisku avbjóðingunum á lívsleiðini, er rúm fyri okkum í hesum rúmi, kirkjuskipið er. Og her er einstaklingurin ikki einsamallur, tí - um eingin annar - so er Gud hjá viðkomandi. Tað er hann sjálvandi ikki bert í kirkjuskipinum, vita vit væl, men eg sipi her enn til ta kenslu, einstaklingurin kann hava við at stíga inn í hetta rúmið.

Nettupp hetta er sálarrøkt: Tað, at einstaklingurin kann stíga inn í eitt rúm, har hesin er sæddur, hoyrdur, kendur og fevndur av Gudi. Eingin nýtist siga nakað. Tað er bera so í rúminum við hesi Guds nærveru. Um talan er um eina gudstænastu, har fleiri onnur eru til staðar, ella talan er um eina opna kirkju, har eingin annar er, so kanst tú finna sálarfrið í rúminum.

Hetta er ein orsøk til, at fleiri kirkjur eru opnar, hóast einki tiltak er. Menniskju skulu hava møguleikan at koma inn í eina kirkju, so tey kunnu finna frið, ró og hvíld fyri sálum teirra.

Orð til avbjóðingina

Ein persónur, sum er staddur í neyð orsakað av onkrari kreppu í lívinum, kann hava torført við at seta orð á tað heila. Ja, kreppur eru, har tað í veruleikanum ikki eru orð. Tey tykjast ov veik og lítil til at rúma kenslunum, kreppan gevur.

Eitt er, at einstaklingurin ikki sjálvur megnar at seta orð á tað trupla í kreppuni. Eitt annað er, at viðkomandi ikki eigur orð fyri hesi støðu, hann ella hon er í. Tá kann sálarrøktin hjálpa við at geva orð til tann, ið líður. Orð, hesin ella henda kunnu spegla sær í, soleiðis at tey kunnu vita, at tey ikki eru einsamøll í tí kreppu, tey nú einaferð eru í. At onnur hava liðið tað sama ella líknandi, og at tey dugdu at seta orð á tað. At onnur í dag eisini fara ígjøgnum kreppur og í størri mun duga at seta orð á.

Her kann vikuliga gudstænastan á ein sálarrøktarligan hátt nettupp geva tí líðandi orð inn í kreppustøðuna. Í kollektunum, lestrunum og sálmunum verður sett orð á lívsins skuggasíðu. Her eru nøkur dømi:

Kollekt 2. sunnudag eftir páskadag: Alvaldi, ævigi Gud, tú, sum í miskunn tíni reisti upp son tín, Jesus Krist, frá deyðum, og hevur givið okkum hann til hirða og frelsara, til tess at hann skal føða okkum við orði sínum og verja okkum fyri syndini, deyðanum og djevlinum. Vit biðja teg, gev okkum við heilaga anda tínum av sonnum at kenna henda hirða okkara og at hoyra reyst hansara, so at vit fylgja honum, sum kennir okkum, og tekur okkum at sær í allari neyð okkara…

Lestur 2. sunnudag í føstu: …Mín grátur er vorðin føði mín um dagar og nætur, tí at teir allan dagin við meg siga: “Hvar er Gud tín?” Tá ið eg hugsi um tað, má eg oysa út mína sál av sorg, hvussu eg gekk í mannatrongd á ferðum til Guds hús við gleði og fagnaðarsongi, við miklum hátíðarrómi. Hví ert tú, sál mín, stúrin og bylgist so stórum í mær?

Sálmur 502, ørindi 4: So tíðum má eg læra, at undarligt tað er, eg brennandi kann vera, og so er kalt og gler. Eitt má eg greitt mær gera: hjá Gudi skiftir ei, til háð og spott skal verða mítt egna ja og nei.

Mong munnu vera tey, sum kendu seg aftur í orðunum, tey hoyrdu og sungu til onkra gudstænastu. Sum um orðini vóru júst til teirra í teirra støðu, og fevndu um tað, tey sjálv høvdu uppá hjarta. Tað er sálarrøkt.

Altargongd til byrðuna

Flest øll munnu skilja tað við rúminum og orðunum. Men so eru tað fleiri, sum kunnu seta spurnartekin við altarsins sakramenti: Hvat tað er og hvat tað gevur.

https://www.folkakirkjan.fo/kunning/tidindi/gudstaenastan-ein-salarroektarlig-samtala

Mest lisið hesa vikuna

Vinabondini hildu í 36 ár: Norskar kvinnur hittust aftur við føroyskar vinkonur

5. november kl. 19:45

Nú fara Bústaðir aftur at byggja íbúðir í Havn

6. november kl. 09:27

Løgtingskvinna vil tálma kappbjóðingini tá ið bústaðir verða seldir

10. november kl. 09:01

Hon var til reiðar at taka sæti á tingi fyri at fella uppskot um fosturtøku

Í gjár kl. 17:23

Tveir ungir bilførarar mistu koyrikortið á staðnum

7. november kl. 09:17

Har ein skriðan er lopin, er onnur væntandi

9. november kl. 20:35