Ongi úrslit

H71 framdi stórt bragd í Europa

Hoyvíkingar varpaðu í dag eitt av bestu liðunum í Póllandi úr European Cup

Jonhard Hammer
34 minuttir síðan

Boas Ellefsen á Skipagøtu og hinir í H71 hava í dag framt stórt bragd í European Cup. Í gjár vann H71 33-31 ímóti Ostrovia úr Póllandi, sum er fjórðbesta liðið í pólverskum hondbólti. Og í dag vísti tað seg, at tað var nóg mikið, at H71 í gjár vann við einum máli.

Tá ið H71 aftur í dag spældi ímóti Rebud KPR Ostrovia, so vann liðið úr Póllandi við einum máli. Úrslitið var 30-29 til liðið úr Póllandi, sum í dag átti heimavøll.

Úrslitið ber við sær, at H71 heldur fram í kappingini við samlaða málmuninum 62-61.

Í kvøld var hálvleiksstøðan 15-15.

Stóri málskjúttin hjá H71 í kvøld var Boas Ellefsen á Skipagøtu, sum skoraði 10 mál. Umframt Boas vóru tað ellivu aðrir málskjúttar hjá H71. Tá ið H71 í gjár vann 33-31 var Boas Ellefsen á Skipagøtu, sum í gjár hevði 17 ára føðingardag, eisini toppskjútti. Tá skoraði hann 11 mál. Tað vil siga, at Boas av teimum samantaldu 62 málunum skoraði 21 mál ella meiri enn ein triðing av málunum. Umframt at skora 21 mál, so legði Boas upp til 11 mál.

Avrikið í kvøld var ikki minst merkisvert, tí stinni verjuspælarin Peter Krogh sá tíðliga í fyrra hálvleiki reyða kortið.

 

H71-Rebud KPR Ostrovia Ostrów Wielkopolski 33-31 (16-16)

1. sekstandapartsfinalan í European Cup

Málskjúttar: Boas Ellefsen á Skipagøtu 11, Helgi H. Hoydal 9, Sofus í Selvindi Nattestad 3, Brian Slyne 3, Høgni Heinason 3, Jónas Fossábrúgv 2, Súni Dalsgaard 1, Peter Krogh 1.

Bjargingar: Torstein Sivertsen 11/29, Tóraldur Kollsker 3/15.

Rebud Ostrovia-H71 30-29 (15-15)

2. sekstandapartsfinalan í European Cup. H71 vinnur samantalt 62-61.

Málskjúttar: Boas Ellefsen á Skipagøtu 10, Helgi H. Hoydal 3, William Napoleon Djurhuus 3, Jónas G. Djurhuus 2, Axel Holm Simonsen 2, Rókur Ziskason 2, Høgni Heinason 2, Sofus í Selvindi Nattestad 1, Súni Dalsgaard 1, Brian Slyne 1, Jónas Fossábrúgv 1, Niklas Højgaard Hanusson 1.

Bjargingar: Torstein Sivertsen 5/20, Tóraldur Kollsker 4/12.

Mest lisið hesa vikuna

Her eru tey sløgini av heilsuskaðiligum mjøli sum er selt í Føroyum

20. november kl. 12:43

Ein viti er slóknaður: Minningarorð um Óla Eyðun Eliassen

16. november kl. 07:00

Tað er eitt felag Gunnar ikki ætlar sær at umboða

15. november kl. 23:55

Arbeiðshóhapp: Datt tríggjar metrar niður av einum byggipalli

17. november kl. 07:38

SÍ MYNDIR: Ógvusligur eldur herjaði hjá MEST á Skála

18. november kl. 21:28

Løgmaður er ónøgdur: Hann vil tryggja sær at hetta ikki hendur aftur

17. november kl. 09:28