Ongi úrslit

Hækkar til umleið 328 milliardir krónur

Innførur 20 ára langa skattalættan fyri miðdeplarnir

Jóhanna Højgaard
2 tímar síðan

Meta hevur hækkað fíggjarætlanina munandi fyri byggingina av sínum dátumiðdepli í Richland Parish, í amerikanska statinum Louisiana.

Sambært CNBC verður væntað, at verkætlanin nú fer at kosta meira enn 50 milliardir dollarar, svarandi til umleið 328 milliardir krónur.

Tað er ein stór hækking samanborið við tær 27 milliardir dollarar, sum felagið boðaði frá í oktober.

Útbyggingin er partur av stóru íløgum hjá Meta í vitlíki, har felagið arbeiðir við at økja um orkuna fyri at nøkta vaksandi eftirspurningin eftir vitlíkis-tænastum.

Samstundis hevur republikanski guvernørurin í Louisiana, Jeff Landry, innført 20 ára langa skattalættan fyri dátumiðdeplar, sum verða bygdir áðrenn 2029.

Byggingin hevur tó ikki verið uttan mótstøðu. Fleiri íbúgvar og umhvørvisfelagsskapir hava mótmælt verkætlanini og vísa á, at eitt so stórt dátusentur fer at krevja nógv streym og vatn.

Samstundis óttast tey ávirkanina á umhvørvið og lokalsamfelagið.

Mest lisið hesa vikuna

Brúðgommurin fer úr kirkjuni og at rógva kapp

11. juli kl. 08:08

Løgreglan rak heimleys í Havn á dyr

Í gjár kl. 07:20

Syrgilig tíðindi á døgurða

21 tímar síðan

Ferðafólk nærum sogið út úr flogfarinum

10. juli kl. 15:30

Fólkavøksturin tikið dik á seg - men tað eru mest útlendingar

10. juli kl. 10:00

Óttaða ormveran er funnin í Keypmannahavn

8. juli kl. 15:30