Løgreglan heldur seg nú vita, hvør tað var, sum hevur skyldina av umfatandi oljudálkingina í Eysturoynni í gjár.
Talan var um eitt langt vegastrekki, heilt av Skála til Leirvíkar, sum var so illa dálkað við olju at tað var vandamikið at koyra.
Tað var so hættisligt, at alt vegastrekkið varð stongt eitt skifti, og løgreglan sigur, at tað gingu fýra tímar til tað var koyrandi aftur.
Løgreglan fekk boðini um oljudálkingina beint áðrenn døgurða og tað var ikki fyrrenn umleið kokkan 15, 50, at tað var koyrandi aftur.
Tá stóðu so nógvir bilar allastaðni og bíðaðu, at tað tók ein tíma afturat áðrenn alt var komið í rættlag.
Løgreglan sigur, at halda seg hava funnið fram til, hvør hevði skyldina av dálkingini. Tey halda seg nevniliga vita, at talan er um olju úr einum einum lastbili, men meiri vilja tey ikki siga fyrr enn tey hava kannað málið gjøllari.
Men tey siga, at Landsverk skal nú gera upp, hvussu nógv upptakið kostaðis og samstundi skulu tey annars kanna umstøðurnar, um bilurin er hildin og sýnaður, sum hann skal og so framvegis.
Tá ið alt tað er greitt, verður so gjørt av, hvussu stór bót og endurgjald skulu vera.