Ongi úrslit

Handtikin fyri at forða fyri arbeiðnum upp á nýggju kirkjuna á Argjum

© Her fæst ein hóming av, hvussu kirkjan fer at síggja út, tá ið hon er bygd
Áki Bertholdsen
1 tími síðan

Ì gjár var løgreglan fyri eini hending, sum ikki er gerandiskostur. Beint eftir døgurða í gjár ringdu tey, sum eru farin undir at grava út fyri kirkjuni at arbeiða, at ein maður stóð so nær, at tey fingu ikki arbeitt - og hann noktaði at flyta seg. Hann hevur loyvi at mótmæla sum hann vil, tá ið hann forðar fyri arbeiðnum, fer hann út um mark.

Løgreglan sigur, at hann mótmælti byggingini, men løgreglan sigur, at tá ið tey komu á staðið og bóðu hann geva seg til síðis, noktaði hann eisini.

Tí varð hann handtikin og tveir tímar seinni varð hann leyslatin, men hann fær bót fyri ikki at gera sum løgreglan segði.

Mest lisið hesa vikuna

Her eru tey sløgini av heilsuskaðiligum mjøli sum er selt í Føroyum

20. november kl. 12:43

Rúni samlar pengar til stórlið í Hoyvík

24. november kl. 21:03

SEV: Stór príshækking á streymi næsta ár

Í gjár kl. 08:56

Meldaðu mann fyri at skjóta ólógliga - men tað gjørdi hann ikki

23. november kl. 08:14

Ferðsluóhapp tí at bilførarin var blendaður av sólini

22. november kl. 09:20

TAKS ávarar: Svindlarar lokka føroyingar við skattapengum

21. november kl. 15:00