Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum, hevur onga meining um, antin vit skulu leggja fleiri smáar skúlar niður kring landið og at leggja aðrar smærri skúlar saman.
Fyrr í vikuni mælti stjórin í Undirvísingarstýrinum til, at avmarka talið á skúlum til í mesta lagi tjúgu skúlar, sum minst skulu hava 100 børn.
Sostatt mælir hann til, at 20 av teimum 39 skúlunum kring landið verða latnir aftur ella lagdir saman við øðrum skúlum.
Ruth Vang, løgtingskvinna fyri Framsókn, hevur spurt landsstýrismannin, um hann ætlar at gera nakað við hendan spurningin.
Hon heldur, at summastaðni ber tað væl til at leggja skúlar niður, ella saman, tí summa staðni er ógvuliga stutt ímillum smáar skúlar.
Hon heldur eisini, at nú vit hava bygt samferðslukervið so væl út sum vit hava, eiga vit eisini at laga virksemið eftir tí.
Men Landsstýrismaðurin víkir uttan um at geva nakað ávíst svar, tí hann sigur, at ein og hvør avgerð má takast í samstarvi við nógvar partar.
Men hann heldur, at tað er viðkomandi at kjakast um evnið og hann heldur eisini, at vit eiga at tora at taka hetta evnið upp.
Hinvegin heldur hann, at svarið er ikki so einfalt sum at niðurleggja smáar skúlar. Smáir skúlar kunnu vera viðbreknir, men tað eru eisini nógvir, smáir skúlar, sum eru góðir og sum skapa nærleika og tryggleika.
Men teir kunnu eisini vera viðbreknir við tað, at tað kann vera ringt at fáa lærarar at støðast og at tryggja eitt fakligt umhvørvið.
Og hann heldur ikki, at tað skal vera næmingatalið einsamalt, sum ger av um ein skúli skal varðveitast, ella ikki - og hann heldur somuleiðis, at markið upp á 100 børn, er ritað í stein.
Tí má talan vera um eina heildarmeting, har tað fakliga, trivnaður og landafrøði verða tikin við í viðgerðina.
Tað ber eisini væl til at leggja skúlar saman, heldur enn at leggja teir niður, tí ein samanlagdur skúli kann hava undirvísing fleiri staðni.
Hermann Samuelsen, tingmaður fyri Sambandsflokkin heldur, at vit eiga at hugsa um trivnaðin hjá børnunum og kanska er tað betur fyri tey at vera á einum størri skúla.
Sjálvur heldur hann, at børn í einum lítlum skúla eru í vanda fyri at verða sosialt isolerað, so fyri trivnaðin hjá børnunum er tað betri at ganga í einum størri skúla.