Umleið 250 búskaparfrøðingar og aðrir serfrøðingar innan fiskivinnu og alivinnu úr 39 londum savnaðust í Norðurlandahúsinum í Havn, tá altjóða ráðstevnan IIFET 2026 varð hildin í Føroyum.
Hans Ellefsen, ph.d. í fiskivinnubúskapi á Fróðskaparsetri Føroya, skrivar á LinkedIn, at ráðstevnan gjørdi Havnina til ein savningarstað hjá serfrøðingum úr øllum heiminum.
– Í fleiri dagar var Tórshavn savningarstaður hjá fólki úr øllum heiminum, sum arbeiða við búskapinum í fiskivinnu og alivinnu, skrivar Hans Ellefsen.
Vístu Føroyum og vinnunum fram
Ráðstevnan vardi í fýra dagar. Síðani vóru útferðir fríggjadagin, har gestirnir fingu høvi at síggja meira av Føroyum og fáa innlit í føroysku fiskivinnuna og alivinnuna.
Hans Ellefsen heldur, at tað hevði stóran týdning, at altjóða granskingarumhvørvið fekk høvi at uppliva Føroyar og føroysku vinnurnar.
– Tað var eitt gott høvi ikki bara at býta vitan, men eisini at vísa okkara altjóða granskingarumhvørvi Føroyar og okkara fiskivinnu og alivinnu, skrivar hann.
Sambondini eru eisini týdningarmikil
Sambært Hans Ellefsen snýr ein ráðstevna sum IIFET seg um meira enn gransking.
– Hon snýr seg eins nógv um samrøðurnar millum fyrilestrarnar, at hitta gamlar starvsfelagar aftur, knýta nýggj sambond og skapa hugskot til framtíðar samstarv, skrivar hann.
Ein av serligu løtunum var veitsludøgurðin á Hotel Føroyum, har Eivør framførdi. Vikuna endaðu luttakararnir við útferðum kring landið.