Ongi úrslit

Hans Ellefsen hevur fingið ársins miðlaheiðursløn

Miðlaheiðursløn Granskingarráðsins 2026 er nú seinnapartin latin Hansi Ellefsen, varadekani og lektara á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya. Hans er búskaparfrøðingur og hevur ph.d. í fiskivinnubúskaparfrøði

setur.fo
1 tími síðan

Tað var Jón Brian Hvidtfeldt, formaður í Miðlafólki, sum vegna Granskingarráðið handaði heiðurslønina við hesum orðum:

"Dómsnevndin metir, at Hans Ellefsen á fyrimyndarligan hátt lýkur krøvini til heiðurslønina.

Hans Ellefsen hevur í fleiri ár verið nógv frammi í miðlunum, har hann hevur viðmerkt og greitt frá aktuellum búskaparfrøðiligum viðurskiftum, serliga á fiskivinnuøkinum. Hann hevur hóast ábreiðslur megnað at staðið fast við sínar fakligu grundaðu atfinningar móti førda fiskivinnupolitikkinum. Eisini hevur hann verið við til at flutt prátið um fiskivinnu frá bert at snúgva seg um, hvussu nógv vit fiska, til eisini at fevna um onnur samfelagsvirðir.

Í ár skipaði hann fyri stórari altjóða ráðstevnu fyri fiskivinnubúskaparfrøðingar, har føroyingar fingu høvi at nema sær vitan frá fremstu granskarum í heiminum á økinum. 

Í einum tilmæli, sum Granskingarráðið hevur fingið um at geva Hans Ellefsen miðlaheiðurslønina í ár, stendur m.a.:

”Hans Ellefsen hevur verið ein týðilig fakliga grundað rødd í kritiska kjakinum um fiskivinnubúskapin og -politikkin seinastu árini.” 

Og í einum øðrum tilmæli sendur:

“Hans hevur í mong ár ósjálvsøkin og mangan púra einsamallur ótroyttiliga roynt at upplýsa almenna kjakið og politisku avgerðirnar við vísindaligum íkasti og egnari gransking.

Hans leypir ikki framav, hann gremur seg aldrin og er ongantíð bondskur, tó at hann í áravís hevur lagt kropp til nógva útspilling bara tí, at hann ber fram síni úrslit og sjónarmið, sum ganga ímoti sterkum seráhugamálum. Altíð hevur Hans tað felags besta í huga, tað vil siga, hvat gagnar samfelagsbúskapinum best, og tað hevur mangan sett Hans í eina sárbæra støðu. Men hann gevst ikki fyri tað.” 

Við hesum skal eg vegna Granskingarráðið handa Hansi Ellefsen Miðlaheiðursløn Granskingarráðsins 2026", segði Jón Brian hvidtfeldt.

Vit á Fróðskaparsetri Føroya ynskja Hansi hjartaliga til lukku við væl uppiborna herðaklappinum!

Heiðurslønin er áður latin:

2012 – Dorete Bloch
2013 – Pál Weihe
2014 – Kári Sólstein
2015 – Bogi Hansen
2017 – Jens-Kjeld Jensen
2018 – Magni Mohr
2019 – Lis Mortensen
2020 – Debes Christiansen
2021 – Marnar Fríðheim Kristiansen
2022 – Maria Skaalum Petersen
2023 – Heini í Skorini
2024 - Silas Olofson
2025 - Uni Árting

Mest lisið hesa vikuna

Syrgilig vanlukka í Klaksvík: 14 ára gamal lat lív

18. sepember kl. 19:02

Todi Jónsson fluttur heim eftir 33 ár: Byrjar av nýggjum á Tvøroyri

21. sepember kl. 06:00

Løgtingsmaður vil hava at vita hví danskir hermenn hava føroyskt flagg á búnanum

Í gjár kl. 11:51

Veiðirættindi seld fyri 28 milliónir: Felag skal rinda 14 milliónir í skatti

19. sepember kl. 13:00

Føroyar mugu ikki elta Europa

22. sepember kl. 22:49

Leita eftir vitnum til innbrot har ein stór peningaupphædd er stolin

22. sepember kl. 10:07