Ongi úrslit

Hans Olsen fekk gjøgnumbrot í Keypmannahavn: Listin letur dyr upp til útheimin

Fleiri listaverk eru seld, og nú er útlit fyri einari framsýning á einum savni í 2027 og spennandi møguleikum uttanlands í 2028.

Edmund Jacobsen
1 tími síðan

Føroyski listamaðurin Hans Olsen fegnast um stóra áhugan fyri list síni á Arktisk Festival í Keypmannahavn um vikuskiftið. Framsýningin hevur latið dyr upp, sum hann sjálvur ongantíð hevði ímyndað sær.

Fleiri av listaverkum hansara eru seld, og nú er útlit fyri einari framsýning á einum savni í 2027 og spennandi møguleikum uttanlands í 2028.

Óvæntaðir møguleikar

Á Facebook fegnast Hans Olsen um móttøkuna á festivalinum, sum varð hildin á Norðuratlantsbryggjuni 31. oktober og 1. november.

– At uppliva, hvussu verkini hjá mær nema fólk, hevur ómetaliga stóran týdning fyri meg. Fleiri verk hava fingið nýtt heim, og vikuskiftið hevur latið dyr upp, sum eg ongantíð hevði ímyndað mær, skrivar hann á Facebook.

Hann nevnir serliga møguleikan fyri einari framsýning á einum savni næsta ár og spennandi útlitini fyri 2028.

– Sum sjálvlærdur listamaður eri eg bæði rørdur, errin og sera takksamur, skrivar Hans Olsen.

Frá mótahandli til listaframsýningar

Hans Olsen er ikki ókendur fyri at ganga nýggjar leiðir.

Hann hevði áður klædnahandilin Trend Floor í Runavíkar kommunu. Handilin gjørdist kendur fyri sínar nýskapandi og djarvu mótasýningar.

Á Arktisk Festival umboðaði Hans Olsen Føroyar við list síni.

Hann takkar serliga Sendistovu Føroya fyri møguleikan og Jongerd Lundsbjerg fyri hjálpina.

– Viðhvørt letur listin dyr upp, sum tú als ikki visti vóru til, skrivar hann.

Mest lisið hesa vikuna

Leita eftir manni í Havn

29. oktober kl. 07:46

Nógvar grýlur og nógv full fólk í Havn í nátt

Í gjár kl. 09:29

Maðurin afturfunnin í øllum góðum

29. oktober kl. 08:36

Nú brestur hann á um eina løtu - tað verður ringast sunnan fyri

27. oktober kl. 14:38

Aftursvar til Sylviu Thomsen: Bústaðarneyðin verður ikki loyst við fleiri skattum

29. oktober kl. 16:39

Árni, tað er munur á at eiga eitt heim og at eiga til íløgu

30. oktober kl. 10:42