Hans Pilgaard er í Tórshavn í sambandi við Pride. Í einum uppslagi á Facebook skrivar hann, at Føroyar við tíðini eru vorðnar hansara annað heimland.
– Í dag gangi eg errin eftir gøtunum í Tórshavn, í tí landi, sum eg eyðmjúkur við tíðini eri farin at kenna sum mítt annað heimland – Føroyar, skrivar hann.
Føroyar í hjartanum
Pilgaard lýsir sterka sambandið, hann hevur fingið við Føroyar og føroyingar.
– Eitt land og eitt fólk, sum eg kenni eru djúpt tatoverað á armin og í hjartað á mær. Í allar ævir. Í viðgongd og mótgongd.
– Meira kærleika og minni hatur
Hann leggur dent á rættin hjá øllum at vera tann, tey eru, og at elska tann, tey elska.
– Hvussu ber tað til, og hví kann kærleiki millum tvey menniskju vera ein hóttan og øsa onnur?
Hann vísir eisini á, at hatur og óndskapur framvegis gera um seg, og nevnir hendingina í Berlin fyri kortum. Boðskapurin er kortini vónríkur:
– Vónin er ein eitt sindur betri heimur við meira kærleika og minni hatri.