Ongi úrslit

Harður orðadráttur um LGBT: Føroyskir politikarar fáa hvassa átalu

LGBT+ Føroyar finst hvassliga at føroyskum politikarum eftir stríðið í Útnorðurráðnum og sigur, at málburðurin kann hava álvarsligar avleiðingar.

© LGBT+ Føroyar
LGBT+ Føroyar svarar nú aftur eftir harða kjakið, sum tók seg upp, tá ið Útnorðurráðið samtykti eitt uppskot um stuðul til LGBT+-felagsskapir í Føroyum, Grønlandi og Íslandi.
Edmund Jacobsen
1 tími síðan

LGBT+ Føroyar svarar nú aftur eftir harða kjakið, sum tók seg upp, tá ið Útnorðurráðið samtykti eitt uppskot um stuðul til LGBT+-felagsskapir í Føroyum, Grønlandi og Íslandi.

Felagsskapurin sigur seg vera skelkaðan av málburðinum seinastu dagarnar og finst serliga at útsagnum frá Hermanni Samuelsen og Jørgeni Niclasen umframt einum skrivi frá Konservativum ungum.

– Útsagnirnar frá summum limum eru undir alt lágmark, skrivar LGBT+ Føroyar.

Harðvunnið stríð hóast greiða samtykt

Uppskotið í Útnorðurráðnum varð samtykt við 10 atkvøðum fyri og fýra ímóti, meðan tvey lótu vera við at atkvøða. Uppskotið mælir stjórnunum í Føroyum, Grønlandi og Íslandi til at viðgera felags avbjóðingar hjá LGBT+-fólki og styrkja arbeiðið móti mismuni og fordómum.

Jørgen Niclasen úr Fólkaflokkinum og Hermann Samuelsen úr Sambandsflokkinum talaðu harðliga ímóti uppskotinum. Niclasen segði, at hetta er eitt innanhýsis mál hjá hvørjum landi sær, og at Útnorðurráðið heldur eigur at viðgera mál, sum savna londini.

– Tvørkynd verða noydd at flyta

LGBT+ Føroyar sigur, at nógv LGBT+-fólk, serliga tvørkynd, kenna seg noydd at flyta úr Føroyum fyri at kunna liva eitt gott lív.

Felagsskapurin vísir serliga á, at Hermann Samuelsen í samrøðu við Frihedsbrevet.fo sáar iva um, hvørt tvørkynd eru til.

– Tað nyttar ikki at kjakast um, hvørt tvørkynd eru til ella ikki, tí tað eru tey, skrivar felagsskapurin.

Kjak eisini um serligan stuðul

Kjakið hevur eisini snúð seg um fíggjarligan stuðul. Andrass Skaalum hevur víst á, at norðurlendskar LGBTI-verkætlanir kunnu fáa millum 50.000 og 500.000 krónur í stuðli, og at umsøkjarar úr Føroyum, Grønlandi og Álandi eru serliga raðfestir í 2026.

Hann hevur eisini sett spurnartekin við, hví LGBT+-felagsskapir skulu hava serligar stuðuls- og samstarvsskipanir, meðan aðrir viðbreknir bólkar ikki hava samsvarandi skipanir.

LGBT+ Føroyar vísir atfinningunum aftur og sigur endamálið vera at skapa eitt samfelag, har øll kunnu liva og verða góðtikin, sum tey eru.

Mest lisið hesa vikuna

ES-tinglimir hótta Føroyar við stuðli vegna grindadráp

3. sepember kl. 18:05

Deyðiligur vandi á gongubreytini

Í gjár kl. 17:45

LGBT – SERVIÐGERÐ ?

Í gjár kl. 20:34

Lutfalsliga nýtt gentunavn var best umtókt í fjør

1. sepember kl. 11:10

Tingmaður úr samgonguni roynir at skunda undir at fáa tunnil til Vestmanna

2. sepember kl. 11:03

Tekur undir við heilsumiðstøðirnar í Suðuroy verða lagdar saman

4. sepember kl. 09:50