Ongi úrslit

Hava fingið nýggjan stjóra

Nýggi stjórin er 47 ár og løgfrøðingur

Áki Bertholdsen
Í gjár kl. 16:36

Nú er gjørt av, at tað skal vera Anna Mohr Holm, sum skal vera nýggjur stjóri í tryggingarfelagnum, Trygd. Hon avloysir Brian Smedemark, ið hevur verið stjóri seinastu fimm árini.

Í juni varð kunngjørt, at stjórin í Trygd, Brian Smedemark, fer í nýtt starv sum rakstrarstjóri í BankNordik. Í tí sambandi varð stjórastarvið í Trygd lýst leyst, og í dag er Anna Mohr Holm sett sum nýggjur stjóri. Hon tekur við starvinum tann 1. september.

Anna er 47 ára gomul, hon er løgfrøðingur og hevur drúgvar royndir úr føroyska tryggingarheiminum. Eitt skifti var hon deildarleiðari í Trygd, og seinastu árini hevur hon starvast í Betri Trygging.

 Frá vinstru eru tey Brian Smedemark, fráfarandi stjóri í Trygd, Anna Mohr Holm, nýggjur stjóri í Trygd, og Turið F. Arge, forstjóri í BankNordik-samtakinum og nevndarforkvinna í Trygd.

Mest lisið hesa vikuna

Kanna eitt mál um haturstalu ímóti samkyndum

11. oktober kl. 09:14

Landsstýrið hevur ferðast fyri 3,4 milliónir upp á eitt hálvt ár

14. oktober kl. 08:42

Suðuroyartunnilin skal vera ótrúliga dýrur áðrenn tað ikki loysir seg

10. oktober kl. 10:59

Biður Jacob Vestergaard sláa kalt vatn í blóðið - annars fær hann krav um endurgjald

10. oktober kl. 15:20

Mín uppliving við heilabløðing og ein áheitan á Løgtingið

11. oktober kl. 17:59

Vegurin avbyrgur av stórari skriðu

Í gjár kl. 11:54