Tað verður Tummas Pauli Mohr, sum verður nýggjur stjóri í Demich
Tummas Pauli er 37 ár, hann er civil verkfrøðingur og hevur verið rakstrarleiðari í Demich í næstan eitt ár. Áðrenn hann kom til Demich, var hann byggileiðari hjá Arpe Kjeldsholm í Keypmannahavn í eini fimm ár.
Nógvar broytingar hava verið gjørdar í Demich síðstu tíðina, og vit fegnast um, at hesar fyrstu níggju mánaðirnar í ár hevur Demich fingið yvirskot á botnlinjuna, sigur Suni Justinussen, sum hevur verið virkandi stjóri í Demich síðsta árið.
Demich, sum eitt dóttirfelag hjá Magn, hevur verið ein virkin partur av orkuskiftinum í Føroyum seinastu mongu árini og har arbeiða 32 fólk.