Heilsufrøðiliga Starvsstovan ávarar nú ímóti einum slagi av ertrum. Talan er um »Rema1000 Fine ærter« í pakkum og orsøkin til ávaringina er, at tey hava funnið klukkur í pakkunum.
Heilt ítøkiliga er talan um:
Rema1000 Fine ærter 600g
Nettovekt: 600 g
Best fyri: 02.09.2028 og 03.09.2028
Hesar ertrarnar koma úr Belgia, men tær hava eisini verið at fáa í handlum í Føroyum. Men av tí at klukkur eru funnar í pakkunum er ertrar í hesi sendingini ikki mannaføði.
Heilsufrøðiliga starvsstovan mælir fólki, ið liggja inni við hesum ertrunum um at koyra tær í skrell, ella at fara aftur aftur í handilin við teimum.