Heilsufrøðiliga Starvsstovan ávarar nú ímóti einum slagi av sjokulátu-müsli, sum eisini hevur verið at fáa í handlum í Føroyum
Orøkin til ávaringina er, at metalpettir eru funnin í einari sending av teimum.
Talan er um
Corny 0% Added Sugar Chocolate, multipakke
Nettovekt: 120g, 6 barrir á 20g
Best fyri: 10.09.2027
Orsakað av einum tekniskum breki hjá einum undirveitara er vandi fyri at metalpetti eru í teimum, sigur Heilsufrøðiliga Starvsstovan. Metalpettir kunnu elva til skaðar í munninum, svølginum og sodningarleiðini og tí verður mælt frá at eta av teimum.
Tvørtur ímóti mælir Heilsufrøðiliga starvsstovan fólki, sum liggja inni við hesum, um at lata hana inn aftur haðani hon er keypt ella at koyra hana í skrell.