Sum vit skrivaðu í gjár, hendi eitt ferðsluóhapp í Leynatunlinum í fyrrakvøldið, har ein bilur rendi í veggin í tunlinum.
Tvey fólk vóru í bilinum, men trupulleikin var, at tey vildu ikki siga hvør av teimum tað var, sum hevði koyrt. Løgreglan tók blóðroyndir av teimum - og í gjár hava tey so tikið betri partar fyri seg og hava sagt løgregluni hvør tað var, sum koyrdi.
Løgreglan sigur, at bilførarin er skuldsettur fyri at koyra ávirkaður.
Høvdu tey hildið fast um at nokta at siga hvør tað var, sum koyrdu, kundu bæði blivið skuldsett fyri at koyra ávirkað, og so kundu bæði blivið revsað fyri tað, alt eftir, hvussu ávirkað tey vóru.
Løgreglan sigur, at tað er hent áður har ferðsluóhapp eru hend og har fleiri fólk hava verið í bilinum, men har tey hava noktað at greitt løgregluni frá, hvør tað var sum koyrdi. Úrslitið hevur verið, at tá eru øll skuldsett fyri at koyra ávirkað, og øll eru revsað.