Fyri nøkrum árum síðani mælti Havstovan til at loyva royndarfiskiskapi eftir reyðæti í djúpa rákinum í Bankarennuni.
Í 2020 vórðu fimm loyvi latin um royndarveiðu eftir reyðæti. Hesar royndarloyvini vóru galdandi í fimm ár og sostatt eru tær eru gingnar út - uttan at nakar hevur brúkt tey.
Lýst varð tí eftir nýggjum umsóknum. Inn komu seks umsóknir, og avgerð er nú tikin um at játta trimum av umsóknunum um royndarfiskiskap eftir reyðæti.
Hvør umsøkjari fær í mesta lagi eina kvotu upp á 15.000 tons. Fyri fyrst verða royndarloyvini galdandi í eitt ár, men síðani kunnu tey endurnýggjast eitt ár í senn í upp til fýra ár, um treytirnar í loyvinum annars eru hildnar.
Tað verða, í mesta lagi átta latin átta loyvi. Tá ið tríggjar tilsagnir nú eru latnar, eru framvegis fimm tilsagnir tøkar at søkja um, sigur fiskimálaráðið.
– Tey, sum hava áhuga at fara undir royndarveiðu eftir reyðæti, kunnu sostatt søkja Uttanríkis- og fiskimálaráðið um at fáa tilsøgn um royndarloyvi, sigur Fiskimálaráðið.
– Umsóknir verða viðgjørdar so hvørt sum tær koma inn, og so leingi tilsagnir eru tøkar leggja tey afturat.