Ongi úrslit

Hava lagt uppskot fyri Løgtingið um at herða lógina um fosturtøku

Steffan Klein Poulsen, formaður í Miðflokkinum, hevur lagt uppskotið fram. Her er í práti við Sirið Stenberg forkvinnu í Tjóðveldi
Áki Bertholdsen
1 tími síðan

Tá ið Løgtingið samtykti lógina um fría fosturtøku í fjør, vóru tað fleiri politikarar, sum eru ímóti tí, sum boðaðu frá, at seinasta orðið varð ikki sagt í tí málinum.

Og í dag hevur so Steffan Klein Poulsen, løgtingsmaður fyri Miðflokkin, lagt uppskot fyri Løgtingið um at herða lógin.

Eftir lógini verður talan framvegis um fría fosturtøku, men nøkur krøv skulu kortini lúkast áðrenn fosturtøka kann fremjast. Hesi krøv fevna um ráðgeving, bíðitíð, spurnarbløð og so framvegis.

Við hesum fær kvinnan avgerðarrættin um fosturtøku, men verjan hjá ófødda barninum liggur í, at skipaða tilgongdin kann forða fyri ov knøppum avgerðum, sum kvinnan seinni angrar, sigur Steffan Klein Poulsen

– Uppskotið verður lagt fram við teirri sannføring, at galdandi lóg víkir ov langt frá tí loysnini sum miðal føroyingurin ynskir sær, sigur hann.

Tí verður sett sum krav, at kvinnan fær ráðgeving og umhugsanartíð, áðrenn hon tekur endaliga avgerð um fosturtøku. Harumframt skal kvinnan fáa eina ultraljóðskanning í boði í hesum tíðarskeiðinum.

Eisini verður skotið upp, at tær kvinnur, sum søkja um at fáa fosturtøku, skulu - dulnevnt - upplýsa, hvør orsøkin er til, at tær søkja um fosturtøku. Hetta er fyri at fáa eitt føroyskt hagtalsgrundarlag, sum ítøkiliga vísir orsakirnar til, at kvinnur í Føroyum vilja hava fosturtøku.

Tá verður lættari hjá tí føroyska samfelagnum, alt frá landsins stjórn til áhugafelagsskapir, at seta inn á teimum røttu økjunum fyri at minka um talið á fosturtøkum.

Tað krevur serstakt loyvi at fáa fosturtøku eftir 12. viku, og sambært galdandi lóg tekur eitt samráð avgerð um tað eftir nærri ásettum treytum. Samráðið er mannað við løgfrøðingi, sosialráðgeva, sálarfrøðingi, serlækna í kvinnusjúkum og serlækna í psykiatri.

Við hesi broytingini verður samráðið frameftir eisini mannað við einum gudfrøðingi, sum kemur í staðin fyri sálarfrøðingin. Gudfrøðingurin kann eins og hinir limirnir í samráðnum verða settur eftir tilmæli frá viðkomandi myndugleika ella avvarðandi fakfelag.

Galdandi lóg loyvir kvinnuni at fáa fosturtøku eftir 12. viku uttan loyvi um so er, at lív og heilsa hjá kvinnuni er í vanda, ella um inntrivið er neyðugt fyri at forða fyri, at likamliga og sálarliga heilsan viknar munandi, og vandin fyri hesum er læknaliga grundaður.

Við hesi broytingini verður tað frameftir bert møguleiki at fáa fosturtøku eftir 12. viku uttan loyvi um so er, at lív og heilsa hjá kvinnuni er í vanda, og vandin fyri hesum er læknaliga grundaður.

Sambært galdandi lóg kunnu kvinnur fáa loyvi til at fáa fosturtøku eftir 12. viku, um vandi er fyri, at barnið orsakað av ættarbregði, sjúku ella skaða í móðurlívi fær álvarsliga sálarliga ella likamliga sjúku.

Við broytingini verður frameftir ikki møguligt at fáa loyvi til fosturtøku eftir 12. viku, um vandi er fyri, at barnið í móðurlívi fær álvarsliga sálarliga sjúku.

– Galdandi lóg hevur einki boð uppá, hvussu tað kann verða staðfest hjá barni í móðurlívi, at vandi er fyri, at tað fær álvarsliga sálarliga sjúku, sigur Steffan Klein Poulsen.

Mest lisið hesa vikuna

ES-tinglimir hótta Føroyar við stuðli vegna grindadráp

3. sepember kl. 18:05

Deyðiligur vandi á gongubreytini

5. sepember kl. 17:45

Yvirskrift: Tað mest ræðandi PISA-talið snýr seg ikki um lesing

Í gjár kl. 06:31

Eftirlit við ferðafólkabátum: Bátur skuldi avstað við ov nógvum ferðafólkum

Í gjár kl. 21:00

LGBT – SERVIÐGERÐ ?

5. sepember kl. 20:34

Løgreglan ávarar: Falskur politistur roynir at lumpa pengar frá fólki

Í gjár kl. 12:17