Tað er væntandi, art kópurin fram við landið etur eini 3.000 tons av fiski um árið Tað sigur Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismann í fiskivinnumálum.
Bjarna Hammer, løgtingsmaður hevur reist málið fyri landsstýrismanninum við tí endamáli at fáa nøkur tøl á borðið um, hvussu stórur kópastovnurin er, og hvussu nóg hann mann eta av fiski.
Bárður á Steig Nielsen sigur, at mett verður, at stovnurin av láturkópi liggurum 1.800 kópar. Metingin byggir á teljingar, ið Havstovan hevur gjørt fram við landi um summarið í ávikavist 2018, í 2021 og aftur nú í summar.
Í teljingunum í summar vórðu 1.500 kópar taldir og tað bendir á, at stovnurin er vaksin hesi seinastu árini, sigur landsstýrismaðurin.
Mett verður, at kópastovnurin nú er 60 prosent av tí hann var upp á tað mesta í 1963, tá ið hann var upp á 3.000 kópar.
Havstovan hevur ikki kannað ítøkiliga, hvussu nógv kópur etur av fiski og hvussu tað ávirkar stovnin. Men ein eldri kanning vísir, at hann etur mest tosk, seið, nebbasild og steinbít - og oftast er fiskurin han etur, undir 30 sentimetrar.
Merkingar vísa, at fyri tað mesta heldur kópur seg tætt inni við land, og tí tað er sjáldan, at teir fara langt út frá. Sostatt tekur kópur mestu føðina á botni, inni við land og tað eru eisini er uppvakstrarøkini hjá toski og upsa.
Láturkópur etur 3 - 4 prosent av síni egnu vekt um dagin. Sostatt etur ein miðalstórur kópur umleið 1.500 kilo av av fiski um árið, og er stovnurin upp á 1800 kópar, eta teir sostatt eini 3.000 tons um árið tilsamans.
Tá havt verður í huga, at kópur etur mest av smáum fiski, svara 3000 tons til eitt stórt tal av fiski, sigur Bárður á Steig Nielsen.
Kanningar aðrastaðni hava víst, at tað er ringt at seta tøl á, hvussu kópur ávirkar fiskastovnar, serliga tí at vistskipanin er so fjølbroytt.
Í stovnsmetingunum av botnfiski verður altíð roknað við einum nátúrligum felli upp á eini 20 proent - og tað umfatar eisini tað, ið kópur etur.
Ein veksandi kópastovnur kann tó kortini ávirka toskastovnin og aðrar fiskastovnar, serliga nú toskastovnurin longu er illa fyri, sigur Bárður á Steig Nielsen.
Um eina løtu greiða vit frá, um landsstýrismaðurin heldur, at vit eiga at fara undir at veiða kóp - og hvat vit mugu hugsa um í hesum sambandi.