Ongi úrslit

Hava onga tyrlu havt til leiting og bjarging í 26 tímar - higartil í ár

Áki Bertholdsen
6 tímar síðan

Tað hevur vakt ans, at bæði vaktar- og bjargingarskipið. Brimil og Tjaldrið, liggja og tey koma ikki í sigling aftur hesar næstu, nógvu vikurnar.

Í morgun spurdi Eirikur í Jákupsstovu, tingmaður fyri Tjóðveldi, Bárð á Steig Nielsen, landsstýrismann, hvussu støðan í roynd og veru er.

Landsstýrismaðurin sigur, at higartil í ár er tað hent fýra ferðir, at eingin tyrla hjá Atlantsflogi hevur verið tøk til leiting og bjarging.

Og tilsamans er tað í 26 tímar, at eingin tyrla hevur verið tøk.

Í 209 dagar í ár hevur ein tyrla hjá Atlantsflogi verið til taks og í 28 dagar hava báðar tyrlurnar verið til taks.

Tað longsta, eingin tyrla hevur verið til taks, var ein dagin í vár  tá ið eingin tyrla var tøk í 21 tímar, men tá varð Brimil lagdur á Tvøroyri at hava til taks í eini neyðstøðu, umframt at grannalond okkara fingu boð um støðuna.

Tann 8. januar var eingin tyrla tøk í fýra tímar, men tá var danskt sjóverjuskip undir Føroyum við tyrlu, so hon var til taks.

Annars er tað hent tvær ferðir, at eingin tyrla hevur tøk í ein hálvan tíma.

Nú eingin vaktarskip er til taks, eru tyrlurnar tøkar, og harumframt er eitt danskt sjóverjuskip undir Føroyum og eftir ætlan verður tað verandi her tær næstu vikurnar.

Bárður á Steig Nielsen sigur, at annars eru bjargingarfeløgini kring landið til taks í neyðstøðum og tað er havrannsóknarskipið, Jákup Sverri, eisini.

 

Mest lisið hesa vikuna

Myndir-Sjómannadagurin 2026

22. august kl. 23:20

Føroysk sparibússa funnin á Jan Mayen - eftir 57 ár

24. august kl. 08:20

Løgreglan tók sjey prutl í einum

23. august kl. 09:22

Útlendingur fongslaður fyri at at stjala úr trimum handlum í Havn og í Eysturoy

22. august kl. 09:18

Ben Arabo og Fróði Magnussen »skíta á serfrøðina«

Í gjár kl. 12:18

Aron er á veg til Skotlands

24. august kl. 19:01