Ongi úrslit

Hava sett sjøtul á kappingina

Áki Bertholdsen
5. oktober kl. 07:57

Leygardagin varð fyrsta borðtennis-kappingin í nýggja kappingarárinum spæld í høllini á Hálsi í Havn. Talan var um fyrsta MTV Grand Prix-umfar, og tilsamans verða spæld sjey umfør fram til í mars næsta ár.

Tilsamans vóru 31 spælarar við hesa ferð, og teir vóru í øllum aldri - alt frá U9 til vaksin. Kappast verður í bólkum alt eftir styrki, har tvey tey fremstu í hvørjum bólki flyta upp og tvey tey aftastu flyta niður.

Annað umfar í Grand Prix-kappingini verður 1. november í Trongisvági.

Úrslitini leygardagin vóru hesi:

Bólkur A

  1. Rasmus Teitsson í Skorini (Tór)

  2. Elsa Kathrina Gisladóttir (Tór)

  3. Suni á Lava (Tór)

  4. Edvard Faa Nårstad (TBF)

  5. Hadassa S. Christiansen (Tór)

  6. Anja Wongwai (TBF)

  7. Teitur H. Albinus (Tór)

  8. Dánial Jacobsen (Tór)


Bólkur B

  1. Ian D. Jacobsen (B68)

  2. Elinborg C. Nygaard (TBF)

  3. Nóam Jóhansson á Rógvu (Tór)

  4. Noam Suni Durhuus (Tór)

  5. Heri Guðlaugson (Tór)

  6. Maiken Hammer (TBF)

  7. Ruben B. F. Benbakoura (Tór)


Bólkur C

  1. Helgi Hovgaard (Tór)

  2. Martin E. Eliasen (Tór)

  3. Jónas Teitsson í Skorini (Tór)

  4. Angelina Øster (TBF)

  5. Ísak Thomsen (TBF)

  6. Dávid Mellemgaard (TBF)

  7. Jónatan Eivindarson (Tór)

  8. John Benjamin Andersen (TBF)


Bólkur D

  1. Johan Jacobsen (Tór)

  2. Heini Mouritsen (Tór)

  3. Harry Fríði Hansson (Tór)

  4. Elias Simonsen (Tór)

  5. Jónas Bech (TBF)

  6. Rósa í Dali (TBF)

  7. Helga N. Mortensen (TBF)

  8. Anja Maria Andersen (TBF)

 

 

Mest lisið hesa vikuna

Her eru tey sløgini av heilsuskaðiligum mjøli sum er selt í Føroyum

20. november kl. 12:43

Ein viti er slóknaður: Minningarorð um Óla Eyðun Eliassen

16. november kl. 07:00

Arbeiðshóhapp: Datt tríggjar metrar niður av einum byggipalli

17. november kl. 07:38

SÍ MYNDIR: Ógvusligur eldur herjaði hjá MEST á Skála

18. november kl. 21:28

Løgmaður er ónøgdur: Hann vil tryggja sær at hetta ikki hendur aftur

17. november kl. 09:28

Eldur á Skála: Øll tilbúgvingin send á skipasmiðjuna

18. november kl. 18:10