Aftur í gjár tók løgreglan ein útlendskan ferðaleiðari, sum arbeiddi í Føroyum við ongum arbeiðsloyvi. Hesa ferð var tað í Eysturoynni.
Løgreglan sigur, at tey hava tikið passið frá honum, og so syrgir hann sjálvur fyri innivisti til málið er avgreitt.
Hendan dagin tók løgreglan somuleiðis ein útlendskan ferðaleiðara og hann varð settur í varðhaldið um náttina. Men dagin eftir varð hann leyslatin aftur, men passið varð tikið frá honum.
Báðir ferðaleiðararnir skulu so møta á løgreglustøðini eina ferð um dagin at vísa seg, og at vita um mál teirra er avgreitt.
Nú er tað danska útlendingastýrið, sum skal taka støðu til um teir skulu vísast av landinum, og í so fall, hvussu leingi teir teir fáa forboð fyri at koma til Føroyar.