Ongi úrslit

Hava ynski um íløgur fyri minst 12 milliardur - hava bara ráð til helvtina

Aksel V. Johannesen, høgrumegin, í práti við Jacob Vestergaard
Áki Bertholdsen
4 tímar síðan

Landsstýrið er nú farið í holt við at leggja eina langtíðarætlan fyri, hvørjar íløgur skulu gerast hesi næstu árini.

Tað sigur Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður í fíggjarmálum.

Hann sigur, at tey eru farin á rundferð í aðalráðunum fyri at vita, hvørjar íløgur liggja í kortunum hjá teimum ymsu aðalráðunum hesi næstu 10 árini.

Hann sigur, at áður hevur hann fingið at, at tilsamans eru ynski um at gera íløgur fyr minst 12 milliardir hesi næstu 10 árini.

Hann viðgongur kortini, at summar íløgur eru meiri dreymakendar enn aðrar.

 Men hann sigur, at eftir tí fíggjarpolitikki sum er lagdur, hava tey bara rúm fyri at gera íløgur fyri 6-7 milliardir, so tað krevst ein raðfesting.

Hann sigur, at í næstum fara tey sostatt undir tað politiska arbeiðið at raðfesta íløgurnar

– Eg kundi hugsa mær at íløgurnar verða eitt sindur rættvíst býttar, so at skúlaøkið, almannaøkið, Heilsuøkið, samferðsluøkið, og so víðari, fáa hvør sín prosent part av íløgukarminum.

Hann væntar eisini, at upp á seg er tað lættari at gera eina 10 ára íløguætlan, tí tá verður pláss fyri at ganga fleiri ynskjum á møti enn tað er við eini trý ára ætlan.

– Men tað er eisini greitt, at summar íløgur slepst ikki undan at gera, legði hann afturat, tó uttan at nevna nakrar.

Sjálvur heldur Aksel V. Johannesen kortini, at byrgingin um Haraldssund er ein íløga, sum eigur at verða gjørd sum skjótast.

Politikarar úr andstøðuna føra fram, at skal talan verða um eina langtíðarætlan, verður neyðugt at landsstýrið tekur andstøðuna við í arbeiðið so at semja fæst um ætlanina.

Mest lisið hesa vikuna

Føroysk sparibússa funnin á Jan Mayen - eftir 57 ár

24. august kl. 08:20

Myndir-Sjómannadagurin 2026

22. august kl. 23:20

Løgreglan tók sjey prutl í einum

23. august kl. 09:22

Útlendingur fongslaður fyri at at stjala úr trimum handlum í Havn og í Eysturoy

22. august kl. 09:18

Ben Arabo og Fróði Magnussen »skíta á serfrøðina«

26. august kl. 12:18

Aron er á veg til Skotlands

24. august kl. 19:01