Føroyar kunnu hava stórar nøgdir av havbotnsmineralum á landgrunninum norðan fyri landið. Tað vísir ein nýggj frágreiðing frá Jarðfeingi, sum samstundis staðfestir, at nógv meira vitan krevst, áðrenn støða kann takast til møguliga útvinning.
Sambært frágreiðingini er økið við Ægisryggin norðan fyri Føroyar serliga áhugavert. Har eru jarn-manganskorpur funnar, og tær kunnu innihalda fleiri av teimum metallum og grundevnum, sum eru eftirspurd í grøna orkuskiftinum og í nýmótans tøkni.
Stórur tørvur kann geva nýggjar møguleikar
Altjóða eftirspurningurin eftir mineralum sum kopari, nikkuli, kobolti og sjáldsomum jarðevnum veksur skjótt. Frágreiðingin vísir á, at verandi námsvinna sambært fleiri metingum ikki fer at megna at nøkta allan tørvin komandi árini.
Á føroyska landgrunninum eru havbotnsmineral longu staðfest. Royndir, sum eru tiknar bæði sunnan fyri Føroyar og við Ægisryggin, vísa, at jarn-manganskorpur við áhugaverdum innihaldi av metallum eru til staðar.
Jarðfeingi metir, at sannlíkt er, at bæði tjúkkar jarn-manganskorpur og havbotnssulfidir kunnu finnast í djúphavinum norðan fyri Føroyar.
Umhvørvið er stóra ókenda økið
Samstundis leggur frágreiðingin stóran dent á vandarnar og óvissurnar.
Vitanin um lívið á havbotninum í økinum er sera avmarkað. Tí ber ikki at siga við vissu, hvørjar umhvørvisligar avleiðingar ein møgulig námsvinna hevði fingið.
Mótstøðan móti havbotnsnámsvinnu er eisini vaksin altjóða. Sambært frágreiðingini hava 44 lond, íroknað Kongaríkið Danmark, tikið undir við eini felags áheitan um fyribils bann, til meira vitan og greiðari lógarreglur eru komnar á økið.
Tí mælir Jarðfeingi til, at Føroyar fyrst gera neyvar jarðfrøðiligar, lívfrøðiligar og umhvørvisligar kanningar og samstundis arbeiða við einum føroyskum lógarverki fyri havbotnsmineral.