Í løtuni fegnast tey í HB leguni um trivaliga 3-0 sigurin ímóti grannunum í B36 í dag. Sigurin ber við sær, at tosið um hóttanina av niðurflyting ikki er aktuelt, sum tað annars var møguleiki fyri, at tað fór at verða, um B36 í dag streyk avstað við sigrinum.
Nú hevur HB 18 stig, og tað eru 7 stig aftur til Skála ÍF, sum saman við 07 Vestur er undir strikuni, nú kappingin er meiri enn hálvrunnin.
Fína avrikið og trivaligi sigurin í dag eiga eisini at hava stóran týdning, nú fyribilssetti venjarin Lukasz Cieslewicz og hansara menn fara at fyrireika seg til seinnu hálvfinaluna í kappingini um løgmanssteypið. Hon verður hóskvøldið í Sarpugerði í Gøtu. HB vann fyrru hálvfinaluna 2-1 í Gundadali, og fyri HB hevur tað sera stóran týdning at vinna seg í finaluna í steypakappingini.
Hóast sigurin í dag, so er tað í løtuni lítið sannlíkt, at HB í landskappingini fer at vinna rætt til næsta summar at luttaka í Europa. Tí er sigur í steypakappingini europeiska vónin hjá HB.
Frá fyrsta bríksli í dag spældi HB við størri íblástri og hugburði, enn liðið hevur gjørt oftast fyrr í ár. HB spælararnir runnu meiri, enn teir hava gjørt, teir vunnu fleiri nærdystir, enn teir hava gjørt, og teir vóru effektivir, tá ið teir aftur og aftur vunnu seg fram til málmøguleikar.
Ási P. Dam setti hol á við stútara frammanfyri nærra stólpa, eftir at Dan í Soylu legði innfyri við horna úr høgru. Tá vóru stórir tíggju minuttir farnir, og miðskeiðis í fyrra hálvleiki varð leiðslan 2-0. Væl upplagdi Mathias Voss átti uppleggið, og Ebiye Moses var málskjútti.
Næstsíðsta leygarkvøld tapti B36 3-0 í Runavík, og í dag tapti B36 fyri aðru ferð í ár, og aftur var talan um 3-0 tap. Tað er lætt at skilja, at lagið er alt annað enn gott, tí í dag var avrikið ikki gott. Hugburðurin var ikki góður, B36 spælararnir vunnu sera fáar nærdystir, verjuspælið var vánaligt og persónlig mistøk vóru uppií, tá ið HB skoraði øll málini, og B36 spældi seg ikki til upplagdar málmøguleikar.