Tann 1. oktobur hevur Tórshavnar Sløkkilið ársdag, og í ár eru tað sostatt 93 ár síðan, at sløkkiliðið varð stovnað.
Eisini hesa ferð varð høvið nýtt til at heiðra fleiri fólkum, sum hava verið í starvi í nógv ár.
Heini S. Østerø og Petur Mohr Sigurstein byrjaðu báðir sum sløkkiliðsmenn 1. oktober í 1996 og sostatt hava teir nú 30 ára starvsdag hjá sløkkiliðnum. Í tí sambadi fingu teir heiðursbræv og silvurmedalju fyri trúgva tænastu.
Toni Dam hevur 25 ára starvsdag hjá sløkkiliðnum, og fyri tað fekk hann gávu frá Tórshavnar kommunu.
Karis við Brúgv og Mortan A. M. Poulsen hava 20 ára starvsdag hjá sløkkiliðnum og fyri tað fingu tey 20 ára heiðurstekn fyri 20 ára starvsaldur
Samstundis heiðraði sløkkiliðið Erlu á Bøgarði á Smið, Atla H. Lamhauge, Christoffuri Dam og Sigmundi A. Johanneson sum øll hava havt 10 ára starvsdag hjá sløkkiliðnum.
Tórshavnar Sløkkilið fevnir um alla Suðurstreymoy og hevur støð í Kollafirði, í Kaldbak, í Nólsoy, á Velbastað og í Hesti, umframt høvuðsstøðina við Oyggjarvegin.