Ongi úrslit

Heiðrað fyri at taka eitt ódnartak

Áki Bertholdsen
12 tímar síðan

Í gjár var 1. mai. altjóða arbeiðaradagurin og hann varð eisini hildin í Hvalba. Har helt Niels Olaf Eyvindsson røðu og tað høvið nýttu tey til at minnast aftur á djúpu kreppuna fyrst í nítiárunum, tá ið ein stórur partur av okkara vinnulívi fór á heysin.

Í Hvalba var tað serliga teir báðir trolararnir Niels Pauli og Steintór, sum vóru vinnuligi krumptappurin í sóknini, og eisini teir fóru á heysin.

Men tá tóku hvalbingar eitt ódnartak fyri at endurreisa vinnulívið, fyrst og fremst varð hugsað um teir báðar trolararnar.

Tað var lítið av pengum ímillum fólk at seta í trolararnir, men í tí sambandi høvdu tey bæði arbeiðarafeløgini í bygdini, Arbeiðsmannafelagið Roynd og Arbeiðskvinnufelagið, Roynd, ein stóran leiklut.

Bæði feløgini settu nógvar pengar trolararnar og tað gjørdu tey við at taka bankalán. Men bankarnir settu harðar treytir, tí nevndarlimirnir vórðu noyddir at hefta persónliga fyri lánunum tey tóku til trolararnar.

Og fyri hetta ódnartakið vórðu nevndarliminir heiðraðir á 1. maidagshaldinum í gjár har tey fingu blómutyssi og eina gávu.

Eyðvitað eru nøkur av teimum farin undir grønu torvu og summi vóru ikki til staðar, men tey, sum enn eru í lívi í Arbeiðskvinnufelagnum, eru Marianna Poulsen, Hanna West í Hvalba og Ann Lyngvej Poulsen í Sandvík.

Og tey, sum enn eru á lívi í Arbeiðsmannafelagnum, eru Fríólvur Eysturberg í Hvalba og sandvíkingarnir, Sámal Poulsen og Niclas Sigurheim.

Teir nevndarlimirnir, sum eru farnir, eru Johannes Holm Jacobsen, nevndur Hannis, Johan Sørin Berg, Signuva Jensen í Hvalba og Sigrid Olesen í Sandvík.

Niels Olaf Eyvindsson segði, at hendan tíðin í 1993 kostaði teimum nógvar svøvnleysar men tað hevur havt ómetaliga stóran týdning fyri bygdina, og sóknina - og eisini fyri landskassan, og hetta er framvegis vinnuliga grundarlagið undir kommununi.

Á myndini tey, sum vórðu heiðrað við hvør sínum blómutyssi, frá vinstru er tað Niels Olaf Eyvindsson, sum heldur røðu, Fríólvur Eysturnerg, Hannað West, Sámal Poulsen og Sylvan Poulsen, sum tók ímóti fyri mammu sína, Mariannu Poulsen.

Maðurin aftan fyri eru Óli Holm, og aftast er tað Hans Petur Joensen, sum báðir syngja í kirkjukórinum, Ljómi, sum sang á 1. maidagshaldinum í Hvalba.

Mest lisið hesa vikuna

Holland játtar at hava tikið lívið av barni undir 12 ár

26. juni kl. 17:00

fluttu full fólk úr Steinatúni í gjár

26. juni kl. 09:14

Ein óvanliga óheppin dagur hjá Strandferðsluni

Í gjár kl. 20:44

Brotsverkini í Føroyum gerast álvarsamari

Í gjár kl. 13:27

Paul Watson komin inn um 200 mílamarkið

28. juni kl. 12:49

Lótu tvær grindir fara í gjár - vilja ikki drepa bara fyri at drepa

Í gjár kl. 10:03