Ongi úrslit

Heiðran í Vestmanna: Tíggju starvsfólk fingu viðurkenning fyri upp til 25 ára tænastu

Tíggju starvsfólk á dagstovnaøkinum í Vestmanna vórðu fríggjadagin heiðrað fyri millum 15 og 25 ára trúgva tænastu hjá kommununi.

© Vestmanna Kommuna.
Edmund Jacobsen
15. juni kl. 13:29

Tíggju námsfrøðingar og hjálparfólk á dagstovnaøkinum í Vestmanna vórðu fríggjadagin heiðrað fyri drúgva og trúgva tænastu. Nøkur av teimum hava starvast á økinum í heili 25 ár.

Heiðursløtan var eitt tekin um støðufesti á einum øki, har fleiri av starvsfólkunum hava verið við, síðan fyrsti barnagarðurin í Vestmanna læt upp um aldarskiftið. Onnur hava starvast á økinum heilt síðan dagrøktarskipanin varð sett á stovn.

Fleiri áratíggju í tænastu hjá børnunum

Samkoman varð hildin í Spælhúsinum á bedingini, har starvsfólk, familjur og starvsfelagar vóru komin saman at hátíðarhalda dagin.

Vestmanna kommuna vísir á, at drúgvi starvsaldurin er eitt greitt tekin um trivnað, trúskap og sterka ábyrgdarkenslu. Hetta hevur verið til stórt gagn fyri børn, foreldur og kommununa sum heild.

Røður, tónleikur og gávur

Morten Hust Petersen, dagstovnaleiðari, og Sára Jógvansdóttir, borgarstjóri, hildu røður og takkaðu starvsfólkunum fyri trúfesti og dugnasemi. Eisini framførdu Pauli Magnussen og Kirstin Johannesen nakrar sangir. At enda handaði Anja Haldansen, forkvinna í trivnaðarnevndini, gávur til heiðursgestirnar.

Tvey starvsfólk vórðu heiðrað fyri 25 ára starvsaldur, sjey fyri 20 ára starvsaldur og eitt fyri 15 ára starvsaldur.

Mest lisið hesa vikuna

Syrgilig vanlukka í Klaksvík: 14 ára gamal lat lív

18. sepember kl. 19:02

Todi Jónsson fluttur heim eftir 33 ár: Byrjar av nýggjum á Tvøroyri

Í gjár kl. 06:00

Veiðirættindi seld fyri 28 milliónir: Felag skal rinda 14 milliónir í skatti

19. sepember kl. 13:00

Elsebeth: – Eg harmist um mistakið

17. sepember kl. 23:21

Tað er fúl etandi skomm fyri Havnina

18. sepember kl. 10:29

Fyrsta fjarstýrda skurðviðgerð av sjúklingi í Føroyum framd

16. sepember kl. 13:11